Fyrrverandi fótbóltsstjørnan og forsetin í Uefa, Michel Platini, hevur mist hópin av heiðursmerkjum og steypum í einum stuldri.
Fransmaðurin vaknaði gjáramorgunin av illgrunasomum larmi og hugdi út gjøgnum vindeygað hjá sær, har hann sá svartklæddar tjóvar renna burtur úr garðsbygninginum hjá Platini við síðuna av húsinum hjá fótbóltslegenduni í Marseille.
Sambært ákæruvaldinum í Marseille fóru tjóvarnir avstað við umleið 20 heiðursmerkjum, nøkrum steypum og øðrum gripum frá yrkisleiðini hjá Platini. Løgreglan kannar nú málið.
Tað upplýsir dpa-tíðindastovan.
70 ára gamli fraklendingurin varð heiðraður við Ballon d'Or heiðrinum tríggjar ferðir í síni virknu yrkisleið. Ólíkt í dag, tá tað verður latið heimsins besta fótbóltsspælara, var tað tá bara latið evropearum.
Málskjúttin og álopsleikarin var millum annað við til at vinna EM við Fraklandi í 1984. Á felagsstigi gjørdist hann franskur meistari við Saint-Etienne og italskur meistari, steypavinnari og Champions League vinnari við Juventus.
Hann gjørdist seinni eisini franskur landsliðsvenjari, meðan hann í nýggjari tíð er best kendur fyri at hava verið forseti í evropeisku fótbóltssamgonguni (Uefa) í tíðarskeiðinum 2007-2015.
Forsetaskeiðið endaði knappliga.
Platini varð koyrdur úr embætinum eftir illgruna um korruptión orsakað av einari illgrunasamari peningaflyting, sum eisini fevndi um Sepp Blatter, fyrrverandi forseta í altjóða fótbóltssambandinum FIFA.
Drúgva korruptiónsmálið varð avgreitt í vár, tá ein sveisiskur kærudómstólur eisini staðfesti ein dóm frá 2022 við at fríkenna bæði Platini og Blatter.
/Ritzau/