Gongur, sum ætlað, verður farið undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil undir Vestmannasundi longu í næsta mánað, ella í hvussu so er í september.
Tað sigur nevndin í P/F Vágatunlinum aftaná aðalfundin í felagnum í farnu viku
Á aðalfundinum var roknskapurin góðkendur, men, sum væntað vísti hann eitt hall uppá 360.000 krónur.
Felagið hevur, síðani tað varð stovnað gjørt íløgur fyri 4,7 milliónir krónur í forkanning og projekteringinina av tunlinum.
Granskoðarin var afturvaldur. Somuleiðis var nevndin afturvald, tó var Oyvindur Brimnes valdur í nevndina fyri Dávid Reinert Hansen, sum nú er stjóri í felagnum.
Í nevndini sita annars Klæmint Weihe, formaður, umframt Bergur í Garði, Jens Kári Vilhelm og Heri M. Hammer.
Á aðalfundinum varð samtykt at hækka partapeningin við 20 mió kr, so at partapeningurin nú verður 60,3 mió kr.
Byrjað í næsta mánað
Annars sigur nevndin í Vágatunlinum, at linjuføringin fyri sjálvan tunnilin er eitt lítið sindur broytt aftur ímóti uppskotinum hjá Landsverkfrøðinginum seinast í áttatiárunum, so nú verður hann um 4,9 kilometrar langur ístaðin fyri teir 4,7 kilometrarnar, sum upprunaliga mett.
Boðini uppá at gera tunnilin eru uppá millum 151,6 og 207,4 milliónir krónur. Afturat hesum koma príshækkingar, broytingar, asfaltering, elarbeiði og tilfar, skelti og trygdarútgerð, byggileiðsla, eftirlit og fíggingarkostnaður v.m.? Linjuføringin fyri vegin er varðveitt, tó er ein rundkoyring projekterað við Lenar, eins og vegurin er lagdur, so at ætlaða ídnaðarøkið hjá Sandavágs kommunu oman fyri Fútaklett darvast sum minst.
Boðini fyri allar vegirnar og annað, vóru millum 21,7 og 36,7 milliónir krónur
? Afturat hesum koma príshækkingar, broytingar, asfaltering, vegastokkur, skelti, endurgjald v.m. fyri lendi, innkrevjingarstøð, byggileiðsla, eftirlit og fíggingarkostnaður v.m.
Arbeiðið uppá vegirnar kann væntandi byrja í juli í ár og tunnilsarbeiðið kann byrja í august/september í ár.
Hendir einki óvæntað, kann tunnilin sostatt takast í nýtslu á vári í 2003.
Men nevndin leggur afturat, at tað var so drúgt at fyrireika og viðgerða anleggslóga, at arbeiðini kundu ikki verða bjóðað út fyrr enn nú í vár, heldur enn seinasta heyst, sum upprunaliga ætlað.
? Tá ið avtala er gjørd um arbeiðini, verður alt projektið dagført. Fíggingin er frá Íleggingargrunninum fyri Føroyar, og endalig fígging nú er tøk.
Fyribilstøl benda á, at samlaða verkætlanin kann gjøgnumførast fyri tær ætlaðu 240 mió kr, sigur nevndin í Vágatunlinum.
Annars eru 160,3 milliónir játtaðar felagnum eftir anleggslógini, ella 20 milliónir um árið.
30 milliónir í lønum
Verkætlanin er ein tann størsta á samferðsluøkinum seinastu árini.
Og tað er ikki sørt av arbeiðið, hon fer at kasta av sær
Nevndin metir, at í byggitíðini verða lønarútgjaldingarnar verða einar 30 milliónir krónur um árið.
? Men talið má takast við fyrivarni, tí endaliga býtið av kostnaðinum, og hvussu stórur partur av kostnaðinum, ið er lønir, veldst um hvussu arbeiðstakarin leggur arbeiðið til rættis. ? Ávirkanin á føroyska búskapin veldst eisini um antin løntakararnir búgva og verða skattaðir í Føroyum, ella ikki.
Annars metir nevndin, at rakstrarútreiðslurnar av felagnum vera okkurt 1,5-2,0 milliónir krónur um árið í byggitíðini.
Íløgurnar verða um 80 milliónir um árið, um tær verða toluliga javnt í byggitíðina tó verða íløgurnar væntandi 40 mió krónur í ár, sigur nevndin fyri P/F Vágatunnilin.sh;tu. Men eg veit, at eg longu havi livað meira enn flestu onnur. Flestu fólk eru bara til - tey liva ikki.
Kallaður til ókent stað
Keith Wheeler hevur konu og tvey børn. Tey eru mangan við á ferðum hansara, men á Føroyatúrinum er hann einsamallur saman við einum hjálpara, ið altíð er við honum.
Undan ferðini til Føroyar hevur hann verið í Noregi, Svøríki og Svalbard og gingið. Í gjár fór Keith heimaftur til Oklahoma í USA, har hann skal vera í tríggjar vikur, áðrenn leiðin gongur til Pólands, har hann skal vera við í eini felags gongu.
Men hví kom hann til Føroya?
- Guð kallar meg har, hann vil hava meg at fara. Fyri at siga tað sum tað er, so visti eg ikki at nakað æt "Faroe Islands", tá Guð heitti á meg um at fara higar. Hann bað meg í sama viðfeingi fara til Svalbard, og tað kendi eg heldur einki til. So eg mátti fyrst finna hvar á landkortinum londini lógu, greiðir Keith Wheeler frá.
Guð viti hví
Hann sigur seg einki vita um hví Guð sendi hann til Føroyar júst nú, so tann spurningin kunnu vit bert gita um.
Vit siga farvæl við amerikanska krossdragaran, sum er blivin eitt sindur kaldur av at standa stillur so leingi. Hann er bara klæddur í buksum, eini skjúrtu og einum vesti, so tað er kanska einki at siga til at føroyska veðurlagið hevur kølt hann eitt sindur niður hesa løtuna.
Men Keith sleppur ikki langt. Í ein hálvan tíma hevur ein maður gingið og válað nakað burturfrá, og tá krossdragarin hevur gingið einar fjøruti metrar, fella teir báðir í tos.
Nei, maðurin við krossinum hevur ongan skund.