Tað er heilt burtur við, tá ið teir tríggir flokkarnir, sum ætla at skipa samgongu, nú royna at billa fólki inn, at Skálafjarðartunnilin er ein so góð forrætning, at hann eisini klárar at fíggja ein Sandoyartunnil.
Tað staðfestir Martin Heinesen, jarðfrøðingur, sum eisini hevur verið ein av undangongumonnunum aftanfyri ætlanina at fyrireika undirsjóvartunnilin ímillum Havnina og Skálafjørð.
Tað, hann sipar til, er, at nú ætlanin er at skipa samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi, hevur tað ligið í kortunum, at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag, ístaðin fyri at lata eitt privat felag gera tunnilin, sum tað alla tíðina hevur verið talan um.
Hann sigur, at skal Skálafjarðartunnilin fíggja ein part av Sandoyartunlinum, sum munar, kann tað bara gerast við at hækka gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Skálafjarðartunnilin.
- Og tað er tað sama sum at áleggja teimum sum brúka Skálafjarðartunnilin, tvs. Í høvuðsheitum eysturoyingum og norðoyingum, ein eyka skatt fyri at fáa ráð til at gera Sandoyartunnilin.
Í lesarabrævi í blaðnum í dag, staðfestir hann, at tað er fullkomiliga tikið úr leysari luft, tá ið tað verður sagt, at Skálafjarðartunnilin fer at kasta 1,5-2 milliardir av sær í vinningi til tað privata felagið, sum tók stig til at gera tunnilin.
Eitt privat felag vil sjálvandi hava eitt ávíst avkast fyri tann váðan, sum liggur í at átaka sær alla fíggjarliga ábyrgd av verkætlanini.
Avkastið skal avtalast ímillum felagið og landsmyndugleikarnar, men eitt avkast upp á 12 % um árið er helst á góðari leið.
Fáa 20 milliónir burturúr
Martin Heinesen sigur, at roknast má við, at felagið má hava tætt við 200 milliónum krónum í eginpeningi og avkastið verður sostatt 12 % av 200 milliónum, ella 24 milliónir krónur um árið.
Hinvegin er ikki neyðugt, at eitt alment partafelag fær vinning av partapeninginum og felagið krevur kanska heldur ikki nakran veruligan partapening, men kann heldur taka eitt lán. Hetta lánið kostar helst 6 % í rentu um árið og renturnar av 200 milliónum verða sostatt 12 milliónir um árið.
- Veruligi vinningurin av at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag, er sostatt 12 milliónir krónur um árið.
Sostatt verður avkastið 120 milliónir í einum 10 ára skeiði, ella 240 milliónir í einum 20 ára skeiði - - Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu eftir ætlan gjaldast aftur yvir 15 ár, sum vildi svarað til umleið 180 mió. kr.
Martin Heinesen sigur, at ein annar partur av verkætlanini er tann parturin av byggikostnaðinum, sum ikki verður fíggjaður við eginpeningi, men við lántøku.
Fer Skálafjarðartunnilin at kosta eina milliard at ger,at skulu sostatt 800 milliónir lánast.
- Køn fólk meta, at eitt privat felag má helst gjalda eitt prosent meira í rentu um árið enn eitt alment partafelag skal gjalda, tí trygdin aftan fyri eitt alment felag er betri enn í einum privatum felag.
Hesin meirkostnaður er sostatt 1% av 800 milliónum, ella 8 milliónir krónur um árið
Samlaði meirkostnaðurin verður sostatt umleið 20 milliónir kr. um árið ta fyrstu tíðina, har av 12 milliónir eru vinningur til felagið sum løn fyri váðan.
So hvørt, sum lánið verður goldið niður, gerst munurin minni.
Ein triðingur av Sandoyartunlinum
Ein Sandoyartunnil verður mettur at kosta 700 milliónir krónur. Samstundis verður mett, at ferðslan í hesum tunli kanska fer at kunna fíggja raksturin, men ikki rentur og avdráttir av láninum. Alt veldst um, hvussu long afturgjaldstíð verður, men helst fer Sandoyartunnilin at kosta einar 60-70 milliónir um árið í rentum og avdráttum.
- Tær 20 milliónirnar, sum kunnu vinnast við at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag, røkkur sostatt í mesta lagi til at fíggja ein triðing av Sandoyartunlinum, sigur Martin Heinesen.
- Hetta er tað, sum tað gevur av pengum at taka Skálafjarðartunnilin úr hondunum á partafelagnum og kommununum við Skálafjørðin og leggja verkætlanina í eitt alment partafelag.
- Men so eigur tað almenna eisini allan váða í sambandi við verkætlanina, leggur hann afturat.
Restin av pengunum, einar 40 – 50 milliónir krónur um árið, skal sostatt finnast aðrastaðni.
Hann sigur, at vil samgongan framvegis hava, at Skálafjarðartunnilin skal gjalda allan Sandoyartunnilin, kann tað bara gerast við at hækka gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Skálafjarðartunnilin.
- Tað svarar til, at tað verður lagdur ein serskattur á tey, sum fara at brúka Skálafjarðartunnilin og tað er ein serskattur, sum allir aðrir samfelagsborgarar í landinum ikki skulu gjalda
- Hvat høvdu havnarfólk og suðuroyingar sagt til at bummur varð settur upp á R.C.Effersøesgøtu og í Hovstunlinum har bummgjald varð kravt frá hvørjum bili, sum síðani skal brúkast til at gjalda Sandoyartunnilin fyri, meðan allir aðrir borgarar í landinum einki skuldu gjalda, spyr Martin Heinesen.