Russiskir og ukrainskir trygdarmenn hava sambært tíðindastovuni Bloomberg avdúkað eina ætlan at beina fyri russiska forsætisráðharranum, Vladimir Putin.
Sum skilst høvdu tveir menn lagt ætlan um at myrða Putin aftan á forsetavalið, sum verður tann 4. mars. Sagt verður, at teir báðir menninir høvdu lagt ætlanina í ukrainska býnum Odessa. Sjónvarpið Kanal 1 veit at siga, at ein kekeni, sum eitur Doku Umarov, var høvuðsmaður aftan fyri drápsætlanina. Hann hevur fyrr skipað fyri atsóknum í Russlandi.
Bloomberg skrivar, at trygdarmyndugleikarnir í Ukraina kunnaðu russar um drápsætlanina tann 6. januar, eftir at ein spreinging hevði verið í einum sethúsum í Odessa tveir dagar frammanundan. Tveir menn doyðu av spreingingini, og sambært Kanal 1 høvdu báðir verið við til at leggja ætlanina um at myrða Vladimir Putin til rættis. Ein triði maður, sum var í húsunum, varð særdur.