– Hetta var ikki tað, vit tosaðu um í samgonguni, so hetta mugu vit viðgera av nýggjum.
Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. Samgongan hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri ætlanina um at skera stuðulin, sum fólk fáa til heilivág. Tað merkir, at nú skulu fólk frá 18-67 ár, sum hava brúk fyri nógvum heilivági, rinda yvir 1.700 krónur meiri um árið, og fólkapensjónistar, og fyritíðarpensjónistar skulu rinda 468,50 krónur meiri um árið fyri heilivágin.
Er tað nakar, sum hevur ført seg fram sum verji hjá pensjónistum, og øðrum lágløntum, er tað nettupp Miðflokkurin. Spurningurin er, hvussu hendan skerjingin sampakkar við tað, flokkurin ofta førir seg fram upp á sum verji hjá teimum á niðastu rók, sum tey plagdu at siga.
Bill Justinussen sigur, at tað, sum er lagt fram, er ikki í samsvarar við tað, tey hava tosað um í samgonguni, og tí eigur samgongan at taka hetta upp til nýggja viðgerð.
– Tá ið vit í samgonguni tosaðu um at broyta Heilsutrygd longu í vár, var grundtankin, at gjaldsskipanin skuldi broytast, so at tey við góðum inntøkum skuldu rinda meiri enn fólk við lágum inntøkum.
Sum nú er, rinda fólk eitt fast gjald upp á 175 krónur um mánaðin til Heilsutrygd, umframt 0,60 prosent av lønini. Men nú skulu øll rinda 0,7 prosent av lønini í Heilsutrygd.
– Tað, sum vit upprunaliga tosaðu um, var at gjaldið til Heilsutrygd skuldi hækkast stigvíst, alt eftir, hvussu góða inntøku fólk høvdu, so at tey, sum tjena nógv, eisini skulu rinda meiri í Heilsutrygd enn tey, sum tjena lítið, skulu.
– Uppskotið, Landsstýrið nú hevur lagt fyri Løgtingið, er ikki í samsvari við tað, so hetta er eitt mál, vit skulu taka upp aftur í samgonguni, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.
Hann sigur, at ætlanin var ongantíð, at broytingarnar í Heilsutrygd skuldu raka fólk við diabetis, og øðrum sjúkum sum krevja nógvan heilivág.
– Vit vísa ikki atfinningarnar aftur, so vit fara at tosa um tað, sigur Bill Justinussen. Hann hevur góðar vónir um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, tí eisini Kaj Leo Holm Joahnnesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur boðað frá, at hann er sinnaður at taka hetta upp til nýggja viðgerð.
Hann fær tó ikki veitt nakra vissu fyri, hvat úrslitið verður.
– Vit fara ikki í eitt politisk samskifti við krøvum. Tað eru tríggir mánaðir eftir til fíggjarlógin skal verða samtykt, og eg haldi, at tað eru fleiri í samgonguni, sum halda, at inngjaldið til Heilsutrygd skal hækkast, so hvørt sum inntøkan hækkar, sigur hann.