Útlendsk ferðafólk eru óynskt til Føroyar

Tey, sum koma higar, skulu skriva undir eitt skjal frá myndugleikunum um sóttarhald

Útlendsk ferðafólk eru óynskt til Føroya, í hvussu so er fyribils. Tað er boðskapurin frá løgmanni í morgun.

Fyribils verður tað galdandi fran til 30. juni, at ferðafólk eru óynskt í Føroya og so verður støða seinni tikin til, hvussu verður seinni í summar.

– Okkara høvuðsendamál er at forða fyri, at fólk draga smittuna við sær til Føroyar, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Men myndugleikarnir eru framvegis ikki sinnaðir til at krevja fólk í sóttarhald, tí tey halda, at vit røkka málinum betri við áliti og samstarvi.

Men ístaðin skulu øll, sum koma higar, skriva undir eitt skjal, har tey vátta, at tey hava skilt, at myndugleikarnir vilja hava tey í sóttarhald, og at myndugleikarnar kunnu ringja til teirra at vita, hvussu tey hava tað, og hvussu sóttarhaldið verður hildið.

Tey, sum koma til Føroya í hesum døgum, eru at kalla bara fólk, sum koma higar í arbeiðsørindum av ymsum slagi, og sjúklingar, sum hava verið uttanlands í serviðgerð. Vanlig ferðafólk síggja vit at kalla ikki.

Løgmaður fegnast um tað góðu gongdina, er eingin er smittaður í fleiri dagar og at tað hevur eydnast at berja smittuna niður.

Sostatt eru tað bara trý fólk í Føroyum, sum hava korona.