Todi dagsins maður i Parkini

Føroyski landsliðsmaðurin skoraði fyrra FCK málið, var við í uppspælinum til hitt seinna og var sera eyðsýndur


 

Superliga


Leygardagin skal landsliðið spæla í Luksemburg. Heima á landi eru landsliðsspælararnir smátt um smátt við at koma í gongd við steypakappingini. Allir eru kortini greiðir yvir, at talan framvegis er um dystir, sum á ongan hátt eru fullgóð venjing undan stóru avbjóðingunum á altjóða leikpallinum.

Tí er tað serliga kærkomið hjá teimum á og kring landsliðið og hjá øllum fótbóltshugaðum føroyingum at frætta, at toppskjúttin, Todi Jónson, er heilt væl fyri.

Sunnudagin vitjaði OB í Parkini. FCK vann 2?1, og donsku miðlarnir eru ikki í iva um, hvør var mest eyðsýndi maðurin úti á vøllinum. Saman við fyrrverandi liðfelagnum, Karim Zaza, sum nú verjir málið hjá OB, var Todi einasti maðurin, sum fekk eitt tíggju tal, og onside var ikki í iva: føroyski landsliðsmaðurin kom á tað, sum teir rópaugens hold.

Hóvastákið kring føroyingin var ikki so undarligt. Todi Jónsson skoraði fyrra málið, hann var við í uppspælinum til 2?0 málið, og tað kom líka sum røringur í, hvørja ferð føroyingurin fekk bóltin.

Nýggi álopsspælarin hjá FCK, Heine Fernandez, var leikbannaður. Tí hevði venjarin gjørt av, at Zuma hesa ferðina skuldi mannað álopssessin undir liðini á Toda Jónsson. Teir báðir hava áður funnið væl saman í hugflogsríkum og snildum álops myndingum, og soleiðis var tað eisini hesa ferð.

Todi setti hol á í 1. hálvleiki. Thomas Thorninger legði bóltin inn um verjuna, Todi tamdi við høgra beini, áðrenn hann sera hegnisliga við vinstra beini lyfti bóltin upp um fyrrverandi liðfelagan Karim Zasa, sum nú verjir OB málið.

Tá Zuma økti, átti Todi sín lut í uppspælinum. Eftir innkast frá Niclas Jensen í vinstru, fekk Todi spælt til Zuma, sum sneiddi ein av, áðrenn hann skoraði. OB minkaði um munin, men teir hóttu ikki væl uppiborna heimasigurin, og tað líkaði teimum umleið trettan túsund áskoðarunum.


Hugaligt

Málið hjá Toda var tað sjeynda hjá honum í hesum kappingarárinum. Harvið er hann komin upp á síðuna á Harald Brattbakk. Men norðmaðurin skorar ikki fleiri mál fyri FCK í ár, tí hann er fluttur til Rosenborg.

Todi Jónsson fegnast um, at FCK framvegis er við í toppstríðnum, og hann trívist væl í leiklutinum sum fremsti maður:

? Tað er hugaligt, tá tú beinanvegin kemur við í spælið. Eg haldi ikki, at eg hevði nakran annan upplagdan møguleika, enn tann, sum eg skoraði uppá. Har vóru onkrir hálvir møguleikar, men ikki meiri enn tað, sigur Todi Jónsson, sum ikki dylur, at tað kendist sum ein lætti at fáa mál:

? Tá tú ert fremsti maður, so verður roknað við, at tú skorar mál. Fært tú einki mál, so økist trýstið, og tú kanst rokna við, at venjarin fer at hyggja seg um eftir einum øðrum manni.


Ståle og framtíðin

Danska pressan hevur gjørt nógv burturúr, at norski liðformaðurin hjá FCK, Ståle Solbakken, fyri einari viku síðani datt um undir venjing orsaka av hjarta stoppi. Hóast nógv hevur verið gjørt burturúr, so er tað merkisvert, at tað hevur ikki eydnast donsku pressuni at fáa liðfelagarnar hjá Ståle Solbakken at siga frá, hvussu teir upplivdu óhugnaligu løtuna. Todi Jónsson var til venjing síðsta týsdag, tá dramatiski tilburðurin var, og hann heldur seg til somu linjuna sum liðfelagarnir. Tað vil siga, at hann hevur einki at siga um óhugnaliga tilburðin.

Tað hevur verið nógv tosað um, at framgongdin í FCK spælinum í hesum kappingarárinum komst av, at Ståle Solbakken er komin á miðvøllin.

? Sunnudagin gekk spælið so væl, sum tað ikki hevur gjørt í langa tíð. Men eg ivist ikki í, at tað fara at koma dystir, tá vit fara at sakna Ståle. Ikki minst næstu ferð, tá vit skulu spæla ímóti Brøndby á útivølli. Fyri okkum hevur tann dysturin avgerandi týdning fyri vánirnar at vera við í kappingini um DM, staðfestir Todi Jónsson, sum fegnast um nýggja málverjan, Thomas Myhre:

Hann hevði einar tvær rimmar bjargingar, og hann stýrdi verjuni sera væl. Tað hevði og fer ivaleyst at hava alstóran týdning fyri okkum.