Føroyar eru í bólki saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Tí bendir nógv á, at vit mugu fáa okkara stig móti Malta, tí øll hini londini eru á pappírinum væl sterkari enn vit. Vit eru eitt betri landslið enn Malta, men vit mugu prógva tað á Ta´Qali leikvøllinum, eins og vit gjørdu í 1997, tá Todi Jónsson tryggjaði okkum sigurin í evstu løtu í HM 1998 undankappingini.
Brot úr grein í Sosialinum í dag
- Vit vóru í somu støðu, sum Føroyar eru í í dag. Vit eru eitt sindur betri enn Malta og skulu vinna á teimum. Eg minnist at Jens Kristian Hansen spældi meg og rann seg leysan. Uni Arge var eisini har og bað um bóltin, men onkursvegna endaði eg við at skjóta sjálvur og skora. Tað er kanska tí tú ert áleypari, at tú velur at skjóta sjálvur. Tað var ein sigur, ið vit sum lið kanska høvdu brúk fyri tá, segði Todi Jónsson við Fótbóltspanelið hjá FM1 fyrr í ár.
Hoyr brotið við Toda Jónsson við at trýsta á pílin undir myndunum
Seinni sama summar vunnu Føroyar 2-1 á Svangaskarði móti Malta, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Todi Jónsson legði upp til fyrra málið og skoraði tað seinna. Beint eftir hálvleik bleiv Jan Dam útvístur og Malta minkaði um munin upp á brotsspark.
- Vit kundu kanska havt vunnið dystin 5-0, um vit ikki fingu hasa útvísingina. Tá kendi eg á mær, at vit vóru omaná og tað var fantastiskt at spæla. Tað var nógv energi rundanum vøllin og vit fingu nøkur góð mál, sigur Todi Jónsson í somu samrøðu.
Føroyar hava eisini spælt tveir venjingardystir móti Malta. Í 2004 vunnu vit 3-2 á Toftum við málum frá Jákupi á Borg, Rógva Jacobsen og Fróða Benjaminsen. Smá tíggju ár seinni taptu vit við somu siffrum í venjingardysti á Malta. Eftir 3-0 til Malta í fyrra hálvleiki, so minkaðu Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson um munin í seinna hálvleiki.
Sostatt hava Føroyar og Malta spælt seks ferðir móti hvørjum øðrum. Vit hava vunnið fýra ferðir, spælt ein javnan og tapt ein.