Todi nærkast toppforminum

Fótbóltur: FCK tapti stórdystin móti Brøndby, og nú er gullið longri burtur enn tað nakrantíð hevur verið í hesum kappingarárinum

KEYPMANNAHAVN: Fríggjakvøldið var fótbóltsbrakið millum Brøndby og FC Keypmannahavn stóra hendingin í Keypmannahavn, og frá tíðliga seinnapartin til langt út á kvøldið vóru nógv viðhaldsfólk hjá teimum báðum stóru feløgunum at síggja í danska høvuðsstaðnum.

Dysturin millum arvafíggindarnar Brøndby og FCK er á einum støði fyri seg, tá talan er um danskan fótbólt. Dysturin lokkar fleiri áskoðarar enn nakar annar dystur, og bæði á vøllinum og á áskoðaraplássunum er stríðið harðari enn vanligt.

17.612 áskoðarar møttu hesaferð til dystin, sum umframt at vera dysturin um ræðið í høvuðsstaðnum, eisini hevði týðandi leiklut í spælinum um DM-heitið, gullið og Champions League. Brøndby var undan dystinum nummar eitt, fýra stig frammanfyri FCK, sum var nummar tvey.

Tað hava áður staðist trupulleikar av viðhaldsfólkunum hjá FCK og Brøndby, og løgreglan møtti hesaferð við 100 monnum umframt tey 180 varktarfólkini hjá FCK og Brøndby. Og tað var eisini friður á áskoðaraplássunum undir dystinum, og eftir dystin var heldur eingin ófriður. Átta fólk vórðu handtikin fríggjakvøldið, men tað heldur løgreglan verða lítið.

Danski Framburðsflokkurin er ikki nøgdur við umstøðunar uttan um fótbóltsdystirnar, og vil hava at vita frá løgmálaráðharranum, hvat tað kostar í krónum og oyrum, at løgreglan má brúka fleiri og fleiri fólk fyri at tryggja friðin undir fótbóltsdystum.

? Tað almenna skal ikki gjalda fyri vaktarhald undir fótbóltsdystum. Tað skulu feløgini sjálvi, og nógv av teimum eiga nógvar pengar at taka av, heldur Tom Behnke.


FCK trýsti men

Brøndby skoraði

FCK-fólkini vistu øll, at teirra lið hevði ikki ráð at tapa dystin, tí so var teinurin upp til Brøndby vorðin so langur, at møguleikin fyri at vinna meistaraheitið var nærum burtur. Men tað sum FCK-spælarar og leiðarar undan dystinum søgdu ikki mátti henda hendi: Brøndby vann dystin.

Samanlagt spældi FCK betri, men tvey framúr góð mál avgjørdi dystin til fyrimun fyri Brøndby. Fyrra málið kom eftir ein knappan hálvan tíma, tá FCK hevði stýrt dystinum og tóktist hava tamarhald á støðuni. Áðrenn nakran vardi hevði ungi Brøndby-álopsmaðurin Thomas Lindrup sligið FCK groggy. Við eini tekniskum meistarastykki sendi hann bóltin úr 35 metrum í einum bleytum boga upp um FCK-málverjan og niður í málhornið. Málið minsti nógv um tað, sum Todi Jónsson gjørdi móti júst Brøndby í fyrsta dystinum millum liðini í ár.

Eftir hetta málið kom órógv á FCK-spælið, og ikki fyrr enn eftir steðgin fingu teir aftur gongd á. Trupulleikin var bara allatíðina, at Brøndby-verjan við einum stórspælandi Per Nielsen á odda var ov sterk til FCK-álopini. Royndirnar vóru nakrar, men ongantíð so vandamiklar, at tað førdi mál við sær. Álopsmakkarin hjá Toda Jónsson, David Nielsen, hevði bestu royndina við einum drønandi langskoti úr 25 metrum, sum streyk omanfyri tvørstongina, og føroyski álopsspælarin hevði tvær góðar royndir, sum Mogens Krogh í Brøndby-málinum tók sær av.

FCK gjørdi tað teir vóru mentir fyri at javna leiðsluna hjá Brøndby, og teir høvdu eisini yvirtakið í seinna hálvleiki. Men so sló Brøndby aftur til. Toppskjúttin í donsku kappingini, Ebbe Sand, vann bóltin frá innskifta FCK-áleyparanum Thomas Thorninger á miðjum vølli, og so setti hann beina kós móti málinum. Hann fór fyrst fram við einum verjuspælara, millum tveir aðrar og so eisini fram við málverjanum áðrenn hann skoraði ? eitt framúr gott mál, sum uttan iva fær útlendska áhugan fyri álopsspælaranum at vaksa.

Málið avgjørdi dystin, og seinasta korterið var eingin spenningur í. Brøndby var nærri at økja til 3-0 enn FCK var at minka um munin.


Todi er á veg

Kent Karlsson, svenski venjarin hjá FCK, hevði aftur hesaferð valt Toda Jónsson og David Nielsen til álopið hjá sær. Teir báðir byrjaðu eisini dystin móti AB seinasta vikuskiftið, men hvørgin gjørdi serliga vart við seg. Hinvegin vísti Thomas Thorninger, at hann er vandamikil, tá hann avloysti Toda eftir eina tíma, og tað lá í luftini, at hann fór at byrja inni móti Brøndby.

Men aftur hesaferð mátti Thorninger finna seg í at sita á beinkinum, og verða settur inn tá ein hálvur tími restaði. Hesaferð kom hann á vøllin fyri David Nielsen, og tað var skiljandi. Todi Jónsson vísti nógv meiri hesaferð enn í fyrsta dystinum í ár, og hann var nógv naskari enn David Nielsen, sum fyriuttan eina frálíka langskotsroynd ikki vísti tað stóra.

Todi Jónsson er á veg móti stórforminum, sum áður hevur verið nær við at skaffa honum sáttmála longri niðri í Europa, men hann manglar í løtuni tað síðsta av bóltførleikanum sum skal til. Móti Brøndby setti hann fleiri ferðir ferð á móti Brøndby-málinum, men spælararnir hjá meistaraliðnum dugdu væl at steðga honum við fríspørkum áðrenn tað gjørdist vandamikið. Nakrar ferðir kom Todi tó til skot úti frá, men bert einaferð kravdi tað eina veruliga bjarging av Mogens Krogh.

Donsku bløðini góvu ikki føroyska álopsmanninum besta skoðsmálið eftir dystin, men tey vóru samd um, at hann hevði víst meiri enn álopsmakkarin hjá sær David Nielsen. Thomas Thorninger fekk aftur hesaferð bestu skoðsmálini, og uppstillingin í næsta dystinum hjá FCK, sum verður í Parkini móti botnliðnum Århus Fremad, líkist einum álopssamstarvi millum Toda og Thorninger.


Avgerðin næstan fallin

FCK-spælarar og leiðarar vóru vónbrotnir eftir tapið móti Brøndby, og teir vóru mest sum á einum máli um, at nú er næsta ógjørligt at vinna meistaraskapið í ár. Brøndby er á odda við sjey stigum og tað er nógv at skula vinna aftur, tá 13 dystir eru eftir at spæla og hugsað verður um, hvussu sterkt Brøndby-liðið er.

? Vit høvdu tamarhald á dystinum, til Brøndby gjørdi fyrra málið. Tvey mistøk gjørdu at vit taptu, segði FCK-venjarin Kent Karlsson eftir dystin.

? Dysturin um meistaraskapið er ikki avgjørdur enn, men tað er torført at hugsa sær, at Brøndby missir fleiri enn sjey stig í dystunum, sum eru eftir.

Brøndby-venjarin var ikki heilt samdur í metingini hjá FCK-venjaranum.

? Vit fingu tað burtur úr í dag, sum vit skuldu hava, men vit kunnu renna okkum inn í dystir, har vit ikki hava marginalarnar við okkum. Tí er tað langur vegur eftir enn, segði hann.

Millum teir mongu áskoðararnar á Brøndby Stadion vóru nógvir áhugaverdir gestir. Danski landsliðsvenjarin Bo Johansson var sjálvandi á staðnum saman við hjálparvenjaranum hjá sær fyri at fylgja teimum spælarunum, sum bjóða seg til landsliðið. Eftir dystin úttók hann FCK-spælaran Bjarne Goldbæk fyri Thomas Gravesen, sum mátti geva avboð vegna skaða.

Umframt venjarar hjá øðrum donskum feløgum, týðandi fólk í danska fótbóltsheiminum og kendar politikarar, vóru eisini nógv umboð fyri útlendsk feløg til staðar. Ensku feløgini Tottenham, Blackburn og Nottingham Forest høvdu sent umboð at fylgja teimum báðum bestu donsku feløgunum, og úr Týsklandi komu eisini umboð fyri Bayern München og Hansa Rostock. Franska felagið Lyon hevði sent mann at fylgja dystinum, og hann vísti serliga 21-ára gamla FCK-áleyparanum David Nielsen áhuga.