LANDSLIÐIÐ
Todi Jónsson verður ikki í ferðalagnum, tá ið landsliðið 12. oktober verður í Ísrael, har seinasti dysturin í HM undankappingini verður á skránni. Umframt at veteranurin í álopinum ikki verður við, er tað greitt, at Súni Olsen ikki verður við, og at fleiri av hinum spælarunum ikki eru í serliga góðari dystarvenjing.
- Henrik Larsen og eg hava tosað um støðuna soleiðis, sum hon er, og vit eru samdir um, at tað í løtuni er best, at eg savni alla mína orku um at spæla við Start, sigur Todi Jónsson úr Kristiansand, har hann sunnukvøldið var við til at leggja Start á odda aftur í norsku landskappingini.
Um hann yvirhøvur verður at síggja aftur á landsliðnum, veit Todi einki at siga um. Hann hevur ikki tikið endaliga avgerð um ikki at spæla á landsliðnum. Men tað er ein veruleiki, at næsta týdningarmikla avbjóðingin, sum verður hjá landsliðnum, eftir at teir hava verið í Ísrael, verður ikki á skránni fyrrenn eina ferð næsta heyst, tá ið tað verður farið undir nýggja EM undankapping, Tá verður Todi 34 og eitt hálvt ára gamalur.
Tað er eisini nógv, sum bendir á, at Súni Olsen ikki verður við, tá ið landsliðið fer til Ísraels. Súni er plágaður av skaða í lærkrikanum. Skaðin hevur hildið honum burtur frá besta AaB liðnum í ein mánað. Á heimasíðuni hjá felagnum siga teir seg rokna við, at tað fara at ganga einar tvær vikur, áðrenn gøtumaðurin aftur verður førur fyri at spæla, og tað vil siga, at Súni neyvan verður førur fyri at spæla, tá ið landsliðið skal royna seg í Ísrael, og at hann í hvussu so er ikki fer at vera í røttu dystarvenjingini.
Hyggja at
Umframt at tveir av størstu profilunum ikki eru tøkir, so kemur tað eisini illa við, at fleiri av hinum spælarunum, sum royna seg uttanlands, ikki sleppa framat á besta liðnum og harvið ikki eru í røttu dystarvenjingini undan ferðini til Ísrael.
Johan B. Hansen hevur ikki spælt við Horsens síðani hann seinast var á landsliðnum. Atli Danielsen hevur ikki spælt við Sogndal, síðani hann var heima í landsliðsørindum, og Rógvi Jacobsen hevur spælt millum lítið og einki, síðani hann flutti úr Íslandi og KR og til Danmarkar og SønderjyskE. Harafturat hevur Símun Samuelsen ikki verið nógv á liðnum, síðani hann kom til Keflavíkar, og nú er meiri enn ein vika síðani, at íslendska kappingin var liðug.
Í einstøkum førum hevur tað víst seg, at spælararnir eru verri fyri í kappingini um plássini, tá ið teir eru komnir til hús aftur, eftir at teir hava verið heima í landsliðsørindum. Bestu kappingarnar hvíla, meðan landsliðsfótbóltur er á skránni. Tað gera lægru kappingarnar ikki, og tað hevur í fleiri førum víst seg at kosta møguleikan hjá føroyskum landsliðsspælarum.
Føroyar og Ísrael skulu spæla í Tel-Aviv leygardagin 8. oktober klokkan 20.50 lokala tíð. Tað er klokkan 18.50 føroyska tíð.
Fyrrpartin í gjár boðaði FSF frá hvørjar spælarar Henrik Larsen vil hava við, tá ið hann fyri síðstu ferð fer at hava ábyrgdina av landsliðnum.
Teir, sum hava fingið landsliðsboð, eru: Jens Martin Knudsen og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ, Heðin á Lakjuni, KÍ, Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen og Ingi Højsted úr B36, Jákup á Borg, HB, Óli Johannesen, TB, Jónhard Frederiksberg og Pauli G Hansen, SKÁLA, Mortan úr Hørg, VB, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Jón Rói Jacobsen og Gunnar Nielsen FREM, Johan Byrial Hansen, Horsens BK, Claus Bech Jørgensen, Coventry, Rógvi Jacobsen, SønderjydskE, Símun Samuelsen, Keflavík og Atli Danielsen, Sogndal.
Farið verður úr Føroyum 4. oktober klokkan 8.15. Ferðin til Tel-Aviv verður long. Flogið verður umvegis Keypmannahavn og Zürich, og ferðalagið ætlast at lenda í Ísrael klokkan 2.55 náttina til 5. oktober. Ferðalagið verður aftur í Føroyum 9. oktober klokkan 20.15.