Tøgn í miðlunum í Sveis um tapið hjá SPONO Eagles fyri H71

Heimasíðan og Facebooksíðan hjá Spono Eagles, størsta sveisiska hondbóltsheimasíðan og størsta ítróttarheimasíðan gretta ikki orð um dystin í Hoyvíkshøllini ígjár

Undan fyrra Europa Cup dystinum millum H71 og SPONO Eagles úr Sveis, ið H71 sera flott vann 36-26 (20-11) vildi eingin altjóða veddingarfyritøka geva odds uppá dystin. Ofta plagar orsøkin at vera, at annað liðið verður mett at vera so sterkt, at tað gevur ikki meining at geva odds uppá tann dystin. 

 

Um tað eru kvinnurnar hjá H71 altjóða veddingarfyritøkurnar hava í huga vita vit ikki, men nú torir so ein veddingarfyritøka at geva odds uppá seinna dystin millum H71 og SPONO Eagles.

 

Veddingarfyritøkan, 1XBET gav ikki odds undan fyrra dystinum millum H71 og SPONO Eagles. Tað letur til, at 1XBET hevur fyrra dystin í huga nú teir lata odds til seinna dystin. Teir lata 1,54 í oddsum uppá at H71 vinnur seinna dystin sum verður í Hoyvíkshøllini klokkan 18 í kvøld. Oddsini uppá, at SPONO Eagles vinnur dystin, og tá meinast bara við sjálvan dystin í kvøld, ikki ta samlaðu uppgerðina eru 2,93 uppá, at SPONO Eagles vinnur dystin í kvøld. Oddsini uppá javnleik eru 9,0. 

 

Annars grettir heimasíðan hjá SPONO Eagles ikki eitt komma um dystin í Hoyvíkshøllini, og tað sama kann staðfestast um Facebook-síðuna hjá SPONO Eagles. Størsta hondbóltsheimasíðan í Sveis, handball.ch grettir heldur ikki orð um dystin í Hoyvíkshøllini ígjár, og sama kann staðfestast um stóra sveisiska ítróttarportalin, sport.ch.

 

Tað er bara tøgn í miðlunum í Sveis um dystin í Hoyvíkshøllini ígjár. 

 

Vónandi verður ikki tøgn í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 18, og vónandi verður eydnan hoyvíkskvinnum blíð til ta seinnu uppgerðina.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Frásøgnin hoyrist eisini á stroymingini hjá H71.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo