Tølini eru við toftamonnum

Hóast tað í Gundadali endaði við trivaligum heimasigri, so halda Jákup á Borg og hansara menn, at teir eiga møguleika ímóti favorittunum úr høvuðsstaðnum

Eysturoyartunnilin er stongdur frá klokkan 13 til 18. Tað ber við sær, at tað er neyðugt hjá HB fjepparum, sum í góðveðrinum umhugsa at fara inn á Svangaskarð at hyggja eftir fótbólti, at fara gamla vegin.

 

Hjá HB er tað kapping um plássini á liðnum. Einasti maður, sum ikki er tøkur, er miðverjin Bartal Wardum.

 

Hjá B68 eru Áki Johannesen og Esmar P. Clementsen framvegis skaddir. Ivasamt er tað, um Gilli Samuelsen og Mohamed Samba eru førir fyri at spæla. Sebastian Lau Nielsen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Fyri viku síðani megnaði B68 1-1 á útivølli ímóti Víkingi, og tað ber mót við sær um, at tað kann fara at bera til ímóti HB, sum hevur verið sannførandi og er favorittur í dag. Í fyrsta­­­­ umfari vann HB 4-1 á heimavølli ímóti B68. Í fjør endaði fyrri dysturin á Svangaskarði 1-1, og so vann HB 1-0. Í Gundadali vann B68 2-1.