B68 skal til Eiðis í morgin. Eftir meiri enn hálva kiksaran á heimavølli ímóti TB hava teir sett sær sjálvum knívin á strúpan. Um teir ikki vinna, so verður møguleikin fyri heiðursmerkjum uppaftur kámari, enn hann er nú. Men samstundis ásanna teir, at uppgávan á Mølini verður sera trupul. EB/Streymur hevur vunnið tríggjar teir seinastu heimadystirnar. Síðst vunnu teir 4-0 á TB, meðan B68 ikki megnaði meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti tvørámonnum.
-Vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at tað kiksaði ímóti TB. Lagið hevur verið gott undir venjingini í hesi vikuni, og vit halda okkum hava møguleika at vinna á Eiði, sigur liðformaðurin hjá B68, Hans Fróði Hansen, sum samstundis heldur, at úrslitini hjá EB/Streymi benda á, at tað verður torført.
Sammett við manningina ímóti TB eru miðvallararnir Fróði Benjaminsen og Fríðin Ziskason tøkir aftur. Teir vóru báðir leikbannaðir síðsta sunnudag.
Sjálvsálitið framvegis gott
Eftir góðu úrslitini á heimavølli høvdu teir í EB/Streymi vóna, at teir skuldu fáa stig burturúr ferðini til Vágs. Men tað eydnaðist ikki. EB/Streymur kom til hús aftur við 3-0 tapi.
-VB var væl betri enn okkara lið, og tí høvdu teir uppiborið at vinna. Tað skal eingin ivi vera um tað. Men eg harmist um, at vit ikki fingu betri møguleikar at hita upp. Í góðari tíð høvdu vit boðað Strandferðsluni frá, at vit komu suður við 1. deild og unglingaliði. Vit koyrdu við vanligu rutuni av Tvøroyri og suður eftir, og tað hevði við sær, at tíðin varð so mikið knøpp, at um vit skuldu sleppa norður aftur sunnukvøldið, so var ikki møguligt at hita upp hjá 1. deildarliðnum. Tað var harmuligt, serliga tá havt verður í huga, at vøllurin er rættuliga ólíkur øðrum vallum, sigur EB/Streyma venjarin Trygvi Mortensen, sum enn eina ferð undirstrikar, at heimasigurin var rudduliga uppiborin.
Hjá EB/Streymi er Ingi Hansen farin av aftur landinum, og so kemur tað sera illa við, at Sorin Anghel framvegis er skaddur. Hann spældi ikki við í Vági, og tað er sera ivasamt, um hann verður við í morgin.