Hesa síðstu tíðina hevur mesta fótbóltsstosið heima á landi snúð seg um nýggja grasvøllin í Gundadali. Millum lítið og einki hevur verið at hoyrt um, hvussu tað fer at verða við grasvøllinum, sum toftamenn gjørdu í 1992, og sum var orsøkin til, at altjóða heimavøllurin hjá føroyskum fótbólti síðani tá hevur verið á Toftum og ikki í Landskrona.
Men sambært Torleif Sigurdsson, formann í FSF, so ætlar Fótbóltssambandið sær ikki so at siga at sleppa toftamonnum upp á fjall:
? Vit í FSF hava altíð virðismett ógvuliga høgt tað arbeiðið, sum toftamenn gjørdu fyri seks árum síðani, og vit hava alla tíðina kent og fara framvegis at kenna ábyrgd fyri at vera við til at tryggja toftamonnum fíggjarligt grundarlag undir teirra ætlan.
Formaðurin í FSF upplýsir, at tað hevur einki verið gjørt við at tosa um broytingar í sáttmálanum, sum er galdandi millum FSF og Tofta Ítróttarfelag, og hann dugir ikki at ímynda sær, at hetta fer at koma uppá tal í fyrstu framtíð. Torleif Sigurdsson vil ikki koma inn á í smálutum, hvussu sáttmálin við toftamenn er samanskrúvaður, men hann sigur, at talan er um eitt grundgjald fyri rættin at brúka vøllin, sum FSF rindar felagnum á Toftum eina ferð um mánaðin, og so okkurt annað gjald í sambandi við hvønn einstakan dyst, sum verður spældur á Toftum.
A-landsliðið
eisini á Toftum
Størsta áskoðaratalið, sum higartil hevur verið til ein landsdyst á Svangaskarði, var 6.642. So nógvir áskoðarar vóru og hugdu at heimadystinum móti Malta í juni í fjør. Hetta talið er væl hægri enn teir 4.200 áskoðararnir, sum tað verður rúm fyri kring nýggja grasvøllin í Gundadali. Spurningurin er so, um ætlanin er at áskoðarar, sum hava hug at sleppa at síggja landsliðið, í framtíðini ikki fara at hava møguleika fyri tí.
? Vit hava ikki tosað so nógv um hasi viðurskiftini enn. Í fyrsta lagi rokni eg við, at tað fer ikki at koma upp á tal at spæla teir báðu fyrru heimadystirnar komandi ár í Gundadali, og harnæst rokni eg ikki við, at allir landsdystir í framtíðini fara at verða spældir í Gundadali. Í mínum hugaheimi er tað upplagt, at vit eisini í framtíðini fara at brúka vøllin á Toftum ? eisini til dystir hjá a-landsliðnum. Feløgini gera sjálvi av, hvat tey vilja spæla sínar heimadystir í Europa Cup, men eg kann ímynda mær, at ikki bara toftamenn fara at spæla á Svangaskarði, heldur FSF formaðurin.
Nýggj setur
Torleif Sigurdsson vísir eisini á, at talið á áskoðarum, sum kunnu rúmast á Svangaskarði, fer at minka nakað, tá stólasetur verða sett upp til áskoðararnar.
? Hetta er nakað, sum UEFA hevur álagt okkum at gera. Í ár hava vit havt undantaksloyvi frá hesum, men tað er ikki víst, at tað fer at bera til í framtíðini, og tí skal hetta gerast sum skjótast.
Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, sigur, at teir hava frætt um krøvini frá Fótbóltssambandinum, og teir hava sagt FSF frá, at teir vilja hjálpa FSF at seta setrini upp. Formaðurin í Tofta Ítróttarfelag dugir ikki heilt neyvt at siga, hvussu nógvum áskoðarum tað verður rúm fyri, tá setrini eru sett upp, men hann roknar við, at talið fer at liggja onkra staðni millum fimm og seks túsund, og tað vil við øðrum orðum siga, at pláss fer í minsta lagið at verða fyri einum túsund áskoðarum fleiri á Svangaskarði, enn tað fara at verða kring nýggja grasvøllin í Gundadali.
Í 1999 skal a-landsliðið spæla fýra ferðir á heimavølli. Fyrsti dysturin verður grundlógardag, 5. juni, móti Skotlandi, Bosnia kemur at vitja 9. juni, og fyrst í september koma Estland og Litava at vitja. Estland skal spæla í Føroyum 4. og Litava 8. september.
Úrslitini móti omanfyri nevndu tjóðum í ár ? sjálvandi burtusæð frá stórtapinum í Estlandi ? áttu at bent á, at áhugin fyri heimadystunum hjá landsliðnum komandi ár fer at vera stórur. Einasta av mótstøðulondunum, sum áður hevur vitjað í Føroyum, er Skotland, sum vann 2-0 á Svangaskarði mikudagin 7. juni 1995. Tað sóu 3.881 áskoðarar. Átta mánaðar frammanundan høvdu Føroyar tapt 5-1 í Glasgow.