Landskappingardysturin á Toftum í dróg ikki nógvar áskoðarar til sín.
Tað er einki løgið í tí.
Tað er longu greitt, at B68 verða nummar sjey í røðini, tá seinastu leikumfar er spælt. AB verður aftast og flytir niður.
Tí stóð einki upp á spæl. Dysturin varð spældur á grasvøllinum á Svangaskarði, tí ov nógvur vindur var kring graslíkivøllinum, sum hevði við sær, at vøllurin kundi ikki brúkast.
Úrslitið var 3-0. Ibrahima Camara legði heimaliðið á odda við brotssparki, og Jóhan Petur Poulsen økti um leiðsluna, tá fimm minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. André Olsen skeyt seinasta málið miðskeiðis í seinna umfarinum.
Bill Mc. Jacobsen, venjari hjá B68, er nøgdur.
- Dysturin var sjálvandi merktur av, at liðini hava lítið og einki at spæla fyri. Vit vóru omaná og fingu trý uppiborin stig afturat í skjáttuna, sigur Bill Mc. Jacobsen, sum heldur fram sum venjari hjá toftamonnum í 2011.