Tóku 35 bilførarar í Suðuroy

Løgreglan hevur verið í Suðuroy í nakrar dagar

Nú í nakrar dagar hevur løgreglan verið á rundferð í Suðuroynni og kanna. Ferðsluna. Í hesum sambandi hevur løgreglan kannað ein hóp av bilum, og úrslitið varð, at 35 bilførarar vórðu skrivaðir upp.

 

Løgreglan sigur, at ein bilførari fekk bót fyri at koyra ov skjótt. Umframt bótina fekk hann eisini eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er.

 

Men harumframt vóru tað nógvir bilførarar, og ferðafólk, sum ikki sótu í trygdarbelti og tað kostar 1.000 krónur í bót. Nakrir bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær og tað fáa teir 700 krónur í bót fyri. Løgreglan sigur, at á onkrum bilum vóru tað eisini onkrar perur, sum ikki lýstu.