Tóku aftur fýra bilar í gjár

Tvær ferðir varð boðað frá eldi, men hvørgan ferðina

 

 

Aftur í gjáramorgunin var løgreglan á ferð við lasaranum at máta, hvussu hart bilar koyrdu. Og aftur í gjár vóru teir á vegastrekkinum við Kollafjarðartunnilin.

 

Og heldur ikki hesa ferð var tað til fánýtis, tí fýra bilførarar vórðu tiknir. Tríggir vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt og ein varð tikin fyri at koyra um hindrunarstrikuna mitt á vegnum ímeðan hann yvirhálaði ein bil.

 

Bilarnir, sum vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt koyrdu allir ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman har tað annars er loyvt at koyra 80. Tað kostar teimum eina bót upp á 1.500 – 2.000 krónur, umframt at teir fáa eitt klipp í koyrikortið. Bilurin, sum fór yvirum hindrunarstrikuna fær eisini eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær 1.500 krónur í bót.

 

Løgreglan sigur, at tvær ferðir varð ringt á alarmsentralin í gjár at boða frá eldi. Í tí eina førinum skuldi eldur vera í einum lastbili, men tað vísti seg, at olja var leka og tað elvdi til nógvar royk. Í hinum førum var boðað frá eldi í einum alibáti, men í hesum føri var tað ein følari, sum var farin og tískil gekk motorurin heitur. Í Báðum førum varð trupulleikin loystur, áðrenn skaði stóðst av.