Tóku fimm bilførarar

Løgreglan hevur kannað nógvar bilar um vikuskifti

Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið var løgreglan á ferð við tí endamáli at kanna ferðsluna. Og tað var ikki til fánýtis, tí fimm bilførarar vórðu tiknir. Løgreglan sigur, at tveir av bilførarunum, sum vórðu tiknir, høvdu ikki koyrikort og høvdu sostatt heldur ikki loyvi til at koyra bil.

 

Annars vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein koyrdi 68 kilometrar um tíman, har tað var loyvt at koyra 50 og tað fær hann bót fyri. Tann bilførarin hevði eina lítla nøgd av rúsevnum uppi á sær og tað fær hann eisini bót fyri.

 

Verri var hjá tveimum øðrum bilførarum, tí teir koyrdu so skjótt, at teir fingu eisini klipp í koyrikortið afturat bótini, Teir koyrdu ávikavist 71 og 75 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50.