Tóku koyrikortið frá eldri manni á staðnum

Løgreglan fekk um middagsleitið í gjár fráboðan um ein bil, sum koyrdi sera óstortliga í Kollfjarðatunlinum.

Hann stoytti saman við ein mótkoyrandi bil, tó vóru tað bara speglið, sum tóku. Hann mundi eisini rent frontalt saman við tveir aðrar mótkoyrandi bilar.

Løgreglan fór á staðið, hevði fingið nummarplátuna á bilinum og fann bilin.

Bilførarin var ein maður í áttatiárunum, sum sambært løgregluni ikki var førur fyri at koyra bil, og løgreglan tók koyrikoyrtið frá honum á staðnum. Koyrikortið er tá tikið umsitingarliga.

Vaktleiðarin sigur, at tað kann løgreglan gera, um mett verður, at bilførari missur koyrikortið, um tað kemur í rættin. Bilførari hevur altíð møguleika at royna eina slíka avgerð í rættinum.

Annars var løgreglan við Tjarni í gjár, har tað eisin var nógv ferðsla í sambandi við landsdystin hondbólti millum Føroyar og Holland. Man har var einki skrivað, hóast nógvir bilar.

Og so hevur løgreglan tikið 15 sett av nummarplátum í nátt av bilum, har bilførari ikki hevur rindað vegskatt, trygging ella ikki verið til sýn við bilinum.