Tóku seks bilførarar upp á ein góðan tíma

Heldur ikki ein mánamorgun eru allir bilførarar koyriførir

Tíðliga í gjáramorgunin var løgreglan norðanfyri á ferð við tí endamáli at kanna ferðsluna. Í hesum sambandi vóru tey í Gøtudali í ein góðan tíma, frá klokkan 7.45 til klokkan var næstan níggju og tað var ikki til fánýtis, tí hesa løtuna vórðu seks bilførarar tiknir.

 

Onkrir bilførarar vórðu tiknir fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu og tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri. Onkur bilførari hevði einki koyrikort tí hann hevð mist tað frammanundan. Bótin fyri at koyra, uttan at hava endurtikið koyrikort, er 5.000 krónur fyrstu ferð, ein verður tikin.

 

Og ein bilførari var ávirkaður av rúsevnum – so heldur ikki tíðliga ein mánamorgun eru allir bilførarar koyriførir.