Tom Hagen: Bjóðar finningarløn á 10 miljónir

- Fær familjan eitt tipp sum hevur vekt, verður tippið latið løgregluni, sum skal standa fyri víðari kanningunum, sigur verjuadvokaturin hjá miljarderinum, Svein Holden.

 

 

Hóast hann er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, bjóðar norski miljarderurin, Tom Hagen, nú 10 miljónir norskar krónur til tann ella tey, sum kunnu koma við einum tippi, sum kann føra til, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, verður funnin aftur. 

Tað var hin 31. oktober í 2018, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv sporleyst úr heimi sínum í Lørenskog, og nú er tað verjiadvokaturin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sum váttar, at miljarderurin nú lovar finningarløn, og hetta sigur hann í samrøðu við tv2.no. - Fáa vit upplýsingar, sum føra til, at Anne-Elisabeh Hagen verður funnin av løgregluni, vil Tom Hagen veita eina finningarløn á 10 miljónir norskar krónur, sigur advokaturin.

Hann leggur aftrat, at hetta á ongan hátt er eitt privat kanningararbeiði. Fær familjan eitt tipp sum hevur vekt, verður tippið latið løgregluni, sum skal standa fyri víðari kanningunum.

Fyrrverandi kanningarleiðarin hjá løgregluni og krimi-rithøvundurin, Jørn Lier Horst, sigur við VG, at hann ongantíð áður hevur hoyrt um, at nakar er farin út við einari finningarløn, tá ein sjálvur er skuldsettur fyri dráp.

- Ein finningarløn á 10 miljónir fer at geva mongum eina vón um, at júst tey kunnu eiga tippið og mong, sum áður hava vent sær til løgregluna við tippum, fara at venda sær til løgregluna av nýggjum. Hetta fer at gera, at verjuparturin fær eitt serligt innlit í, hvørji vitni kanska vita okkurt, og soleiðis verður møguleiki at ávirka hesi vitni, sigur Jørn Lier Horst við VG.

Hvat heldur tú, at verjin fer at gera við tipp, sum kunnu peika á Tom Hagen?

- Biðið verður um upplýsingar um, hvar Anne-Elisabeth Hagen er. Tipp-svarini kunnu jú peika ímóti brotsmanninum. Tað er ikki vist, at tann, sum kemur við tippum, er greiður yvir, at viðkomandi teoretiskt kann avdúka ymiskar upplýsingar yvirfyri tí, sum er skuldsettur, sigur fyrrverandi kanningarleiðarin. 

Hann heldur tískil, at ein slíkur møguleiki - í einari givnari teoretiskri støðu - kann gerast vandamikil fyri ein, sum kemur við tippum. - At vitniseygleiðingar serstakt fara til drápsskuldsetta er eitt átak, sum í einari serstakari støðu kann lata upp fyri, at drápsskuldsetti kann draga vitni út úr málinum, sigur Jørn Lier Horst, sum leggur aftrat, at hetta er bert ein hugsað støða.

Kortini heldur fyrrverandi kanningarleiðarin, at útgangsstøðið hjá verjanum er, at Tom Hagen er ósekur, og tískil heldur Jørn Lier Horst ikki, at finningarlønin er eitt bevíst átak fyri at útvega sær serstakar upplýsingar. - Men, sjálvt um hetta er ótilætlað er hetta í praksis sabotasja og ein mótarbeiðing av verandi kanningararbeiði, leggur Jørn Lier Horst aftrat.

Fyrrverandi kanningarleiðarin heldur tó ikki, at tað er ólógligt av Tom Hagen at bjóða út eina finningarløn. Hann heldur, at átakið hjá miljarderinum kann vera sett í verk, tí Tom Hagen kennir seg háðaðan av løgregluni í málinum um konu sína, Anne-Elisabeth Hagen.

##med2##

Men, hvat heldur so løgreglan um átakið?

- Eg trúgvi, at tey harmast um hetta, tí tað verður jú eitt spæl á síðulinjuni við hesi ætlaðu finningarløn. Tí, øll sum halda seg hava nýggjar upplýsingar, fara at seta seg í samband við verjan, Svein Holden - og ikki løgregluna.

Spurningurin um finningarløn hevur áður verið frammi í hesum máli, og í oktober í fjør segði kanningarleiðarin, Tommy Brøske, at finningarløn hevði verið ”tema” í ymiskum sambandi í kanningararbeiðnum.

- Løgreglan sjálv arbeiðir ikki við finningarlønum. Tað er faktiskt ein samfelagsskylda at koma við upplýsingum, sum kunnu hava týdning fyri kanningararbeiðið, segði hann við VG. Kanningarleiðarin segði eisini, at tað er upp til familjuna, um hon vil bjóða út eina finningarløn, og hann legði aftrat, at løgreglan bert er ráðgevandi partur um fyrimunir og vansar við slíkum. 

Í januar í ár helt løgreglan, at familjan kundi bjóða út eina finningarløn í málinum. – Soleiðis, sum málið liggur nú, hava vit í løgregluni einki at siga um, hvørt familjan møguliga vil bjóða út eina finningarløn, segði Tommy Brøske.

Stuðulsadvokaturin hjá Hagen-familjuni, Ståle Kihle, sigur við VG, at øll familjan er kunnað um ætlaninar hjá Tom Hagen, og tey stuðla honum av heilum hjarta. - Finningarlønin er ikki knýtt av, um nakrar verður førdur fyri rættin ella verður dømdur í málinum. Hetta er bara ein løn til tann ella tey, sum koma við upplýsingum, ið kunnu føra til, at Anne-Elisabeth Hagen verður funnin, sigur stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle.