Tom hevur fingið nýtt starv

Fyrrverandi B71-venjarin hevur fingið ábyrgdina av nýggjum landsliði

Belgiski fótbóltsvenjarin Tom Saintfiet, sum eitt skifti vandi B71, er nú blivin landsliðsvenjari á Filipsoyggjum.

 

Tað kunnger filipinska fótbóltssambandið í dag.

 

– Eg hevði brúk fyri einari ambitiøsari uppgávu sum hesari, segði Tom Saintfiet á tíðindafundinum.

 

50 ára gamli Tom Saintfiet er væl kendur í Føroyum. Árini 2002 og 2003 var hann venjari í B71, og eitt stutt skifti í 1990'unum royndi hann seg sum spælari í KÍ. Hann hevur síðani varðveitt gott samband við Føroyar og føroyingar.

 

Tom Saintfiet hevur seinastu 15 árini vant fleiri landslið – eitt nú Etiopia, Malawi, Togo, Malta og seinast Gambia. Hann hevur fingið góð úrslit við fleiri av hesum landsliðum.

 

Í januar luttók Tom Saintfiet í Africa Cup of Nations við Gambia, men eftir kappingina valdi hann at gevast í starvinum.

 

Nú hevur hann so fingið nýtt starv sum landsliðsvenjari á Filipsoyggjum. Fyrsti dysturin hjá Tom Saintfiet á odda fyri Filipsoyggjum verður í ímóti Irak tann 22. mars. Hesin dystur er í asiatisku HM-undankappingini.