Fýra dystir í 8. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini verða spældir í kvøld. Síðsti dysturin - tann millum HB og B71 - verður hóskvøldið í næstu viku.
AB er einasta liðið, sum í sjey teimum fyrstu umførunum hevur vunnið fullia úrtøku. Í kvøld skulu argjamenn royna seg á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
07 Vestur misti fyrstu stigini í vikuskiftinum, tá ið teir á Skála spældu 2-2. Í kvøld eigur 07 Vestur heimavøll ímóti EB/Streymur, sum er næstaftast.
Í kvøld
07 Vestur-EB/Streymur: Bent Tommy Linklett kl. 19.00
B68-NSÍ: Johan Petur Michelsen kl. 19.00
KÍ-AB: Rói Jacobsen kl. 19.30
Víkingur-Skála: Súni Fríði Barbá kl. 19.30
Hósdagin 24. mai
HB-B71: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
Støðan eftir 7 umfør
AB 21 stig
07 Vestur 19 stig
Víkingur 12 stig
KÍ 10 stig
Skála 9 stig
HB 7 stig
B71 7 stig
B68 7 stig
EB/Streymur 5 stig
NSÍ 3 stig