Toppskjúttin er skaddur

Hjá B36 snýr tað seg um at varðveita møguleikan at vera við í kappingini um Europaplássini

Meistaraliðið og toppliðið KÍ er á veg í Gundadal. Har bíðar B36, sum tvey tey seinastu árini hevur vunnið úrtøku, tá ið klaksvíkingar hava verið í Gundadali. Í fjør endaði tað málleyst, og í fyrraárið endaði tað við stórsigri. B36 vann 6-2.

 

Seinastu ferðirnar hevur Uros Stojanov verið á B36 beinkinum. Tað verður hann ikki í dag, tí hann er nú á Skála. Miðvallarin Magnus Holm Jacobsen er skaddur.

 

Andrass Johansen er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið darvaður av knæskaða. Benjamin Heinesen og Andrias H. Eriksen eru skaddir.

 

Hjá KÍ er Anders Hovlad nýggjur álopsspælari. Tað kann væl vera, at tað verður brúk fyri honum í dag, tí álopsspælarin og toppskjúttin Páll A. Klettskarð er skaðadarvaður.