Tór Marni skal umboða 20 milliónir lesandi

Hetta er fyrstu ferð, tað hendur at hetta hendi, sum nú er hent

Frá vinstru eru tey, Niels Arge, altjóða skrivari, Magnus við Streym, varaforseti, Borgný Súsonnudóttir, ráðslimur og Tór Marni Weihe, forseti.

Á aðalfundinum hjá ESU, sum er evropiska studendatelagið, sum var í París herfyri, varð Tór Marni Weihe, forseti í Meginfelag Føroyskra Studenga, MFS, valdur í starvsnevndina hjá ESU. Hetta er fyrstu ferð, at MFS er á aðalfundi í ESU sum fullgyldugur limir. Og tað er samstundis eisini fyrstu ferð í søguni hjá ESU, at eitt limafelag stillar eitt valevni upp til starvsnevndina á sínum fyrsta aðalfundi, – og at hetta valevnið verður valt, sigur MFS í tíðindaskrivi.

 

Sambært Tór Marna Weihe er hetta eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroysk lesandi. Hetta er eitt risastórt framstig upp á nógvar mátar. Fyrst og fremst er hetta ein evropisk álitisváttan til MFS. Men hetta er eisini eitt framstig fyri føroysk lesandi, tí at hóast hann skal arbeiða fyri øll lesandi í Evropa, slepst ikki undan, at MFS nú hevur eina altjóða rødd stendur í tíðindaskrivinum. Og tað kann bara gagna føroyskum lesandi og føroysku útbúgvingarskipanini, leggja tey afturat.

 

Umframt at fáa valevni valt í starvsnevndina hjá ESU, var aðalfundurin í París eisini søguligur á annan hátt. Tað eydnaðist nevniliga MFS at fáa Føroyar við í arbeiðsætlanina hjá ESU, og tí fer ESU fyri fyrstu ferð at arbeiða ítøkiliga fyri føroyskum lesandi.

 

– Tað eydnaðist okkum at fáa eina orðing í arbeiðsætlanina hjá ESU, soleiðis at ESU nú hevur bundið seg til at virka fyri, at føroysk lesandi fáa atgongd til Erasmus+. Hetta verður sjálvandi ikki loyst í eini handavending, men fyri fyrstu ferð er tað altso greiður og ítøkiligur stuðul til Føroyar í Evropa,” greiðir Niels Arge, altjóða skrivari í MFS, frá.

 

MFS fekk fullan limaskap í ESU í november í fjør. Av tí at hvørt land hevur tvær atkvøður í ESU, hava Føroyar líka nógvar sum atkvøður sum Týskland, Frakland, og onnur lond. Tað eru 45 limafeløg úr 40 londum í ESU og tilsamans umboðar felagsskapurin sostatt yvir 20 milliónir lesandi. ESU situr við borðendan allastaðni, har avgerðir um útbúgvingarpolitikk í Evropa verða tiknar, og felagsskapurin førir eisini sjónarmiðini hjá lesandi fram í øllum týdningarmiklum felagsskapum, ið taka avgerðir um viðurskiftini hjá lesandi – eitt nú tí máttmikla Bologna-fylgibólkinum, ES, Evroparáðnum og UNESCO.

 

Frá vinstru eru tey, Niels Arge, altjóða skrivari, Magnus við Streym, varaforseti, Borgný Súsonnudóttir, ráðslimur og Tór Marni Weihe, forseti.