Tora ikki at dúva uppá høgan oljuprís

Sjálvt um oljuprísurin er hækkaður nógv síðani ársbyrjan, og í dag liggur á umleið 68 dollarar fyri tunnuna, eru fleiri av teimum størru oljufeløgunum varin við at taka alt ov stórar váðar á seg.

Í samband við eina oljuráðstevnu í Oslo í hesum døgum, sigur forstjórin í StatoilHydro, Helge Lund, við Dagens Næringsliv, at fíggjarkreppan hevur havt stóra ávirkan. Hann sigur, at tað vit øll hava verið ígjøgnum ger, at tey, sum sita og taka avgerðirnar taka minni váða á seg í dag. Tann hækkaði oljuprísurin broytir ikki hetta, sum nú er. Hann sigur m.a., at vit skulu vænta sveiggj í oljuprísinum uppá stutt sikt:

-Marknaðurin vil framvegis sveiggja, og vit skulu fyrireika okkum til lægri oljuprísir uppá stutt sikt, enn tað vit síggja í dag. Uppá longri sikt vænta vit hækkandi oljuprísir. Vit stýra ikki eftir oljuprísinum, og eisini mugu vit gera tillagingar í mun til gjaldførið. Hann sigur eisini, at tey hugsa seg betur um, áðrenn tey gera stórar íløgur: -Í 2008 og 2009 hava vit gjørt methøgar íløgur uppá 100 milliardir árliga. Vit koma at halda áfram við eini offensivari strategi, men koma eisini at fokusera enn meira uppá útreiðslurnar.

Á ráðstevnuni segði StatoilHydrostjórin eisini, at príshækkingin ta seinastu tíðini er drivin av forvantningum um betraðan eftirspurning og ikki knýttur at teimum núverandi fundamentalu viðurskiftunum í búskapinum.