Meðan flestu okkara vónaðu ein javnleik ella bara eitt heiðurligt avrik móti Turkalandi, so var ein av grundstuðlunum hjá fjepparafelagnum, Skansanum, Torben Nielsen ikki í iva undan dystinum: - Føroyar vinna 2-1, segði Torben á OY á Falkavegi, ið var basin hjá Skansanum undan Nations League dystinum móti Turkalandi. Ein annar skansamaður, Magnus Pauli Glerfoss tók undir við honum.
Kendi fótbóltsleikarin, venjarin og fótbóltsviðmerkjarin av Tvøroyri, Eyðun Gullok Svalbard var meira varin. Hann tippaði javnleik 1-1.
HER ber til at hoyra tað sum Torben Nielsen, Magnus Pauli Glerfoss og Gullok søgdu í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig stutt undan dystinum millum Føroyar og Turkaland.