Torgerð Suðuroy farin

Tann 25. desember 2021, 1. jóladag, andaðist Torgerð Súsanna Suðuroy úr Vági. Torgerð gjørdist 75 ára gomul, og hóast tað kanska í dag ikki verður roknað sum sera høgur aldur, so kann sigast, at Torgerð á lívsleið síni náddi meira enn tey flestu.

Torgerð varð fødd 20. oktober í 1946 í Havn. Foreldrini vóru Esther Mørk, ættað úr Sandvík, og Einar Mikkelsen úr Vági. Saman við systkjum sínum vaks Torgerð upp á Kykslið í Vági. Tá í tíðini var nógv fiskaarbeiði í Vági, og sjálv plagdi Torgerð at taka til, at tað var millum tey, ið arbeiddu í fiski, at hon legði lunnar undir leiðina sum undirhaldari, tá hon fór upp á ein fiskakassa og sang fyri teimum, ið vóru hjástødd.

 

Torgerð var slóðari á so mongum økjum. Hon sá ikki forðingar, men heldur møguleikar. At hon sum kvinna ofta var í fremstu røð í so mongum vási hevði óivað ofta við sær, at hon var ein, ið fólk skiftu orð um, men hon lat ongantíð slíkt gerast eina forðing.

 

Torgerð fór, saman við eini vinkonu, longu í 1967 í kibutz í Ísrael. Hetta var ikki vanligt tá í tíðini, og harafturat var ófriðaligt har á leið, og meðan tær vóru har brast 6 daga kríggið á, og fóru tær tí heim áðrenn ætlað.

 

Torgerð var eisini við, tá lunnar í sekstiárunum vóru lagdir undir stóra nýggjárshaldið í Vági, sum í dag er landsins stórsta og kendasta nýggjárshald.

 

Torgerð Suðuroy og Harry Jacobsen bygdu sær hús á Marknoyri í Vági, og saman fingu tey tríggjar døtur, Djona, Esther og Aslaug. Ommu- og abbabørnini eru 8 tali og 25. september kom fyrsta langommubarnið.

 

Í húsunum á Marknoyri hevði Torgerð kiosk.

 

Hon fór eisini undir annað handilsvirksemi, og hon lat í sjeytiárunum upp grillbarr í Vági, og var hetta møguliga tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.

 

Síðst í áttatiárunum fekk hon hug at arbeiða við handverki, gull- og silvursmíði. Tað var tó lættari sagt enn gjørt, men Torgerð so líkt, so loysti hon eisini henda trupulleika. Tá trupult var at fáa lærupláss, so fór hon undir at gera sína egnu gull- og silvur verksmiðju í Vági, har hon setti ein meistara í starv, sum hon so fór í læru hjá. Á verksmiðjuni varð farið undir framleiðslu av gull og silvurlutum, eitt nú til føroysk klæði, og til dømis var eisini gjørt burturúr føroyskum seyðahornum, og gjørdust Torgerð og framleiðsla hennara kend og virðismett kring landið.

 

Nevnast kann, at Margertha drotning eigur prýðislutir frá Torgerð Suðuroy til føroysku klæði síni.

 

Á so mongum økjum gekk Torgerð á odda, og gjørdist tí eisini kend í almenna rúminum. Hon undirhelt til veitslur og tiltøk, og var óivað millum føroya fyrstu stand-up undirhaldarar, og í øllum førum var hetta ikki ein leiklutur, sum kvinnur tóku á seg í teimum døgum, tá Torgerð av fyrstu tíð var í palljósinum.

 

Tá føroyingar síðst í sjeytiárunum stovnaðu sjónvarpsfeløg kring landið, ið sendu sjónvarp til lokal økini, var Torgerð millum teirra, ið tóku sær av hesum í Vági. Hetta helt fram, til føroyingar fingu alment sjónvarp í 1984.

 

##med2##

 

Tá suðuroyingar tóku seg saman, og mótmæltu, at Smyril fór í uttanlandssigling, var Torgerð eisini millum teirra, ið gekk á odda. Aftur her var hon sjónlig sum kvinna í fremstu røð, og var eisini talskvinna í mótmælisgonguni, sum fór við Smyrli til Havnar at handa myndugleikunum mótmælisskriv og undirskriftir. Men her merkti hon eisini, at tað ikki altíð er stuttligt at berjast í fremstu røð, tí tá suðuroyingar gingu í land av Smyrli á bryggjuni í Havn, Torgerð við barni í føvninginum, vórðu egg blakað eftir mótmælisgonguni.

 

Torgerð var virkin í Vágs Sjónleikarafelag. Umframt at vera í nevndini, var hon eisini ofta á palli, tá leikir vórðu spældur. Umframt at spæla í Vági, varð eisini ofta ferðast við hesum leikum.

 

Í Vágs Matmøðrafelag var hon eisini virkin, og eitt nú lá stríðið fyri javnrættindum hjá kvinnum frammaliga. Felagið átti hús í Vági. Vágs Matmøðrafelag bygdi eisini húsini, sum Suðuroyar Heimavirki húsast í, eins og Vágs Matmøðrafelag tók stig til 1. byggistig av eldrasambýlinum í Vági, sum nú stendur á Stórheyggi.

 

Torgerð var í mongum Vási, og hendi nakað nærhendis, so var tað oftast tí, at hon hevði ein lut í hesum. Tá sjónvarpið í áttatiárunum skuldi senda undirhaldssendingar, so var m.a. leitað til Vágs, har vágbingar í eina tíð høvdu skipað fyri tiltøkum, nevnt Kvøldhugni. Har var Torgerð vertur, undirhaldari og saman við øðrum fyriskipari.

 

Nevnast kann eisini, sum ein síðusøga, at tá Robert McBirnie, saman við Jákupi og Ólavi, gav út singleplátu, og sangurin Harmoniku Sørin gjørdist ein sonevnd landaplága, so hevði Torgerð eisini her ein leiklut handan leiktjaldið. Hon hevði fleiri skriviheftir við ymsum sangtekstum og yrkingum, og millum annað stóð ein heldur ókend yrking í eftir Poul F. Joensen. Torgerð vísti Robert tekstin, og hann setti lag til. Bólkurin Robert, Jákup og Ólavur spældi inn, og restin er søga.

 

Torgerð var eisini væl kend í Keypmannahavn. Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum hevði hon handilin Grindin í Keypmannahavn. Umframt lutir av ymsum slag, so fekst eisini føroyskur matur, og ikki minst vóru tað tey, ið ofta høvdu henda føroyska blettin tætt við Kongens Nytorv sum savningarstað. Nógvir føroyingar leitaðu sær - ofta í neyðini, til Danmarkar hesa tíðina, og Torgerð, og mammuni Esther so líkt, so var bæði hjartarúm og húsrúm fyri høgum sum lágum.

 

Hesi árini fór Torgerð eisini undir at keypa og selja brúktar lutir, eitt nú innbúgv, og eitt nú minnast mong endurnýtsluhandilin í Handilskjarnanum í Havn.

 

Fyri eini tveimum árum síðani fór sjúka at gera um seg. Slóðarin og stríðskvinnan Torgerð Suðuroy legði árarnar inn 1. jóladag 2021.