Torkil Veyhe súkklaði í gjár DM í einkultstarti, har tað eydnaðist honum at fáa eitt 47. pláss út av teimum 77 luttakandi. Teinurin, sum varð koyrdur í Vordingborg, var 39,5 kilometrar langur. Undan kappingini hevði Torkil Veyhe trupult við at seta sær ein málsetning, tí hann segði seg einans hava koyrt ein einkultstart í ár, men hann avdúkaði, at hann helst fór at verða nøgdur, um hann endaði í betru helvtini.
Tað eydnaðist honum ikki. Ein av orsøkunum mundu vera, at hann var somikið óheppin at punktera stutt undan kappingarbyrjan.
- Eftir at hava hitað væl upp, trillaði eg yvir til byrjanina, har súkklan varð vigað og máld. Júst sum eg var komin inn um, varnaðist eg, at plátuhjólið var punkterað. Síðani mátti eg stríðast við at skifta hetta hjólið. Tað eydnaðist áðrenn eg skuldi byrja, og eg kom rættstundis avstað, sigur Torkil og heldur fram:
- Meðan eg súkklaði kendist tað væl. Eftir 30 kilometrum byrjaði tað at blíva strævið, men eg helt ferðini væl og hevði eg havt plátuhjólið hevði eg helst koyrt eitt sindur skjótari. Men eftir umstøðunum gekk tað væl og eg kom á mál við tíðini 54:31 við miðalferð áljóðandi 44 km/t, greiðir Torkil Veyhe frá.
Landavegskoyring sunnudagin
Sunnudagin verður DM í landavegskoyring somuleiðis í Vordingborg, og tá fer Torkil eisini at luttaka.
- Tá vóni eg at koma á mál við feltinum. Hevði eg komið við í eitt útbrot, hevði tað eisini verið ein lítil sigur, men tað eru nógvir um boðið, so tað verður helst ógvuliga trupult, sigur Torkil um ta kappingina.
Landavegskoyringin sunnudagin byrjar kl.11.30 føroyska tíð.
Úrslit - DM, einkultstartur
1. Brian Vandborg (Cannondale) 48,44 min.
2. Rasmus Quaade (Team TreFor) 48,50 min.
3. Rasmus Sterobo (Team Cult Energy) 49,33 min.
4. Alex Rasmussen (Garmin-Sharp) 49,35 min.
5. Lasse Norman Hansen (Blue Water Cycling) 49,39 min.
6. Martin Mortensen (Team Concordia Forsikring Riwal) 49,50 min.
7. Kristian Haugaard Jensen (Leopard-Trek) 49,53 min
8. Mads Christensen (Team Saxo-Tinkoff) 50,06 min.
9. Jimmi Sørensen (Christina Watches-Onfone) 50,22 min.
10. Michael Mørkøv (Team Saxo-Tinkoff) 50,32 min.
47. Torkil Veyhe (Odder CK) 54:31 min.