Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í er formansval á skránni. Lógirnar siga, at annað hvørt ár skal formaður veljast, og annað hvørt ár skal næstformaður veljast. Tað árið, tá formaðurin verður valdur, standa tríggir aðrir nevndarlimir fyri vali, og tað árið, tá næstformaðurin verður valdur, standa tveir aðrir nevndarlimir fyri vali.
Tað er møguleiki hjá fundarluttakarunum at koma við uppskotum til nevndarlimir, men royndirnar siga, at tað so at siga kemur ikki fyri, at aðrir eru í uppskoti, enn tey uppskotini, sum koma frá nevndini.
Umframt formannin, Torleif Sigurðsson, standa Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt fyri vali, og okkum kunnugt, so taka allir við afturvali.
Tað er einki sum bendir á, at formaðurin í FSF tey bæði komandi árini ikki fer at eita Torleif Sigurðsson.