Torres er aftur

Spanski skarprættarin hjá Liverpool hevur fingið stóran part av kappingarárinum oyðilagt av skaðum. Nú er hann aftur, og tað fekk Chelsea at kenna í stórdystinum sunnudagin

Fótbóltur

 

Øll eygu vóru vend móti Mike Riley, sum leddi stórdystin á Anfield Road sunnudagin. Sjónvarpsmyndirnar vístu týðliga, at Frank Lampard tók bæði bólt og mann, tá hann fór í nærdyst við Xabi Alonso hjá Liverpool, men tey fæstu mundu vænta, at reyða kortið varð tikið úr lummanum. Minst av øllum Frank Lampard, men hóast mótmælini vóru av teimum heilt stóru, so dómarin við sítt.

Undan hesum hevði Chelsea staðið ímóti einum stórum trýsti frá vertunum, og seinasta hálva tíman bara øktist hetta. Alt bendi tó á ein málleysan javnleik, sum hevði komið so sera væl við hjá oddaliðnum úr Manchester United, men el Nino – Fernando Torres – vildi tað øðrvísi.

Spanski áleyparin hjá Liverpool hevur havt sínar skaðar at dragast við hetta kappingarárið, og seinsta málið frá hansara gaggum skuldi finnast afturi í oktober mánaði.

Men tá Fabio Aurelio sendi bóltin innfyri, var Torres fyrstu á, og við høvdinum stýrdi hann bóltinum inn um stólpan.

Riley legði fimm minuttir afturat teimum 90, og tað var ikki sørt, at reyðu viðhaldsfólkini fingu nervar. Men Torres hevði veruliga goymt tað besta til seinast. Og við sínum næsta málið í dystinum sópaði hann allan iva til viks.

 

United á toppinum

Sigurin bar við sær, at Liverpool enn heldur fast í vónini um at fanga Manchester United aftur.

Ensku meistararnir hava hava framúr úrslit í fleiri mánaðir, og 1-0 sigurin móti Everton var 12. Premier League dysturin á rað, har mál ikki er farið ígjøgnum hjá liðnum. Hesa ferð skuldi eitt brotsspark frá Cristiano Ronaldo til, men talan var kortini um ein sigur av teimum heilt væl uppibornu, sum vertirnir á Old Trafford vunnu sær.

Samstundis sum toppurin gerst alt greiðari, treingist í botninum. Sigurin hjá Stoke móti Manchester City lyfti uppflytararnar upp um botnstrikuna, har Blackburn, Middlesbrough og West Bromwich Albion nú mugu hyggja uppeftir. Men fjarstøðan er tó alt annað enn long. Tottenham, Newcastle, Portsmouth og Stoke hava øll bert eitt stig meira enn Blackburn, og tí bendir alt á, at tað verða teir heilt smáu marginalarnir, sum fáa avgerandi týdning, tá talt verður saman við kappingarlok.