Tórshavn: Starvsdagar í Heilsutænastuni

Í gjár var lítið hátíðarhald í Heilsuhúsinum, har fleiri starvsdagar vórðu hildnir, skrivar Tórshavnar á kommuna á torshavn.fo.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at hann ikki kundi nevna nóg ofta, at tað er onki, sum frøir hann meira enn trúføst starvsfólk. Starvsfólk, sum arbeiða leingi í sama stað, starvsfólk, sum vita alt og sum duga alt.

 

- Fleiri av tykkum hava 10 ára starvsdag. So kann ein spyrja, um 10 ár er ein long starvstíð í sama stað? Jú, tað er tað, tí kappingin um góð starvsfólk er sera hørð og tilboðini í dag eru mong, og fólk flyta regluliga úr starvi í annað starv.

 

- Og 10 ár í hørðum umsorganararbeiði kann tykjast væl longri enn 10 ár á eini skrivstovu.

 

- Tí hátíðarhalda vit eisini 10 ára starvsdagarnar. Men aftrat tí hava vit ein 25 ára og ein 35 ára starvsdag – og tað er ikki smávegis. Eg haldi eg fari at byrja við Susanne, sum hevur 35 ára starvsdag, og nú ætlar sær uppá pensjón.

 

Síðan nevndi hann allar, sum hildu starvsdag:

 

 

 

Susanne Hultgreen, heimahjálp – 35 ára starvsdag og fer uppá pensjón

 

Suzanne Hultgren byrjaði at arbeiða í heimatænastuni 01.01.1987 og hevur arbeitt her í 35 ár.

 

Suzanne hevur verið álitisumboð í fleiri ár og hon hevur verið vegleiðari hjá næmingunum, sum koma í praktikk í heimatænastuni í fleiri ár. Hetta arbeið hevur hon gingið uppí við lív so sál. Næmingarnir hava verið sera glað fyri Suzanne sum vegleiðara og hetta arbeiðið hevur hon megnað til fulnar.

 

Suzanne hevur verið ein sera røsk heimahjálp, hon veitir tænastuna til lítar. Borgararar hava verið sera glaðir fyri hana. Hon ger ikki mun á fólki og megnar allar truplar uppgávur.

 

Suzanne hevur eisini verið í einum filmi, har hon lýsti heimahjálpina hjá Tórshavnar kommuni. Hetta megnaði hon sera væl, og vit sum hyggjarar fingu eitt gott innlit í, hvat ein heimahjálp arbeiðir við.

 

Øll hava verið sera glað fyri Suzannu. Hon er arbeiðssom, álítandi, umsorganarfull og altíð klár at hjálpa. Hon møtir væl upp, hon er altíð glað og hon hoyrist, har hon er, við sínum fryntliga látri, hon hevur eina positivan ávirkan og er ein fyrimynd fyri sínar starvsfelagar.

 

Heimatænastan hevur nógv at takka Susanne fyri, nú hon fer uppá pensjón.

 

 

 

Petra Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur – 25 ára starvsdag

 

Petra byrjaði sum heimasjúkrarøktarfrøðingur 1. september 1997 niðri á Skálatrøð og arbeiddi ta fyrstu tíðina í kvøldvaktum. Petra hevur arbeitt undir nógvum ymiskum stjórum og í fleiri ymsikum húsum.

 

Petra er arbeiðssom, dugnalig og gjøgnumførd í sínum arbeiði. Petra hevur sera sterkan rættvísissans og vil borgarunum tað besta. Hon gongur sera høgt upp í reinføri og talar at, tá ið okkurt er, sum tað ikki skal vera. Hon er konstuktiv og dugir væl at vegleiða starvsfelagar og lesandi.

 

Petra hevur gott humør og dugir at fortelja nógvar stuttligar søgur. Í frítíðini fyllir familjan nógv og Petra er røsk at ferðast uttanlands at vitja børn og ommubørn.

 

 

 

Joan Skorheim, sjúkrarøktarfrøðingur – 10 ára starvsdag

 

Joan byrjaði í Heilsuhúsinum í 2020 sum heimasjúkrarøktarfrøðingur. Áðrenn tað hevði hon arbeitt í Kollafirði síðani 2009 og harav eisini eitt tíðarskeið á Heimarustovu á Lágargarði.

 

Joan er fakliga væl fyri og er altíð klár at taka eina eyka uppgávu ella eina eyka vakt. Hon er kollegial og dugir væl at læra frá sær.

 

Joan er friðarlig, men hevur tó sínar fakligu meiningar og stendur fast við tær. Joan er familjukær og setir familjuna í fremstu røð. Eisini er hon djóravinur burturav.

 

 

 

Gunna við Neyst, heimahjálp – 10 ára starvsdag

 

Gunna við Neyst byrjaði at arbeiða í heimatænastuni 1. apríl 2012.

 

Í heimatænastuni eru øll sera glað fyri Gunnu. Hon er arbeiðssom, álítandi, umsorganarfull og altíð klár at hjálpa.

 

Borgaranir eru sera glaðir fyri Gunnu og hon veitir sera góða tænastu.

 

Gunna er altíð glað, hon hoyrist har hon er, og hevur eina positiva ávirkan á sínar starvsfelagar.

 

Øll í Heimatænastini vita, at har, sum Gunna er, liggur einki eftir.

 

 

 

Susan Larsen, fysioterapeutur – 10 ára starvsdag

 

Susan bleiv sett í starv tann 04. januar í 2011. Hon hevur verið burtur í orlov í 1 ár, so fyrst í januar 23 hevur hon starvast hjá okkum í 11 ár. 


Susan er ótrúliga dugnalig sum fysioterapeutur. Hon er nærløgd, ábyrgdarfull, røkin, og loysir uppgávurnar við einum serligum nærlagni, tí hon hevur hevur sum fá eygu fyri detaljum.


Hon er um nógv av okkara búfólkum, og hevur harafturat eina servitan innan Parkinsonsjúkuna, sum kemur ógvuliga væl við hjá teimum, sum stríðast við ta sjúkuna. 


Tey, sum hon er um, føla seg sæddan, og føla seg tryggan, at tey eru í góðum hondum. Hon er sera væl lýdd av bæði starvsfólkið og borgarum annars. 


Persónliga hevur hon ein serligan humor, dugir væl at síggja teir eitt sindur skeivu vinklarnar, og hon hevur ein smittandi látur.


---

 

- Stóra tøkk fyri trúfasta tænastu allar samlar. Og eg fari at runda av við at ynskja tykkum øllum somlum ein gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.