Tórshavnar býráð broytir meining um LGBT

Ætlanin var ikki at tey skuldu fáa nakað serligt, men nú fáa tey bæði í posa og sekk

Faroe Pride er bæði fjølmentasta, og litfagrasta skrúðgongan í Føroyum

Tað hevur elvt til ósemju í Tórshavnar Býráð, at meirilutin í býráðnum bara ætlaði at lata LGBT 12.500 krónur í stuðuli til skrúðgonguna, Faroe Pride, sum tey hava beint upp undir ólavsøku. Hesi seinastu árini hevur Tórsshavnar býráð stuðla ætlanini við 20.000 – 25.000 krónur hvørja ferð, men í ár ætlaði meirilutin, og Framsókn, at lækka stuðulin niður í 12.500 krónur.  Tað kom illa við hjá teimum, tí tað er ein fíggjarlig byrða at skipa fyri tiltakinum, bæði at útvega tónleikapall, útgerð, og annað mangt. Tilsamans kostar skrúðgongan einar 100.000 krónur.

 

Men hetta elvdi til misnøgd í býráðnum og í hesum sambandi mælti Annika Olsen úr Fólkaflokkinum. til at halda fast um at lata 25.000 krónur í stuðuli. Men vildi Tjóðveldi hava, at stuðulin verður 75.000 krónur. Tjóðveldi vísir á, at allir høvuðsstaðir kring okkum hava pride og gera nógv burturúr at stuðla og býráðini í Oslo, Reykjavík og Keypmannahavn stuðla pride skrúðgongunum við ímillum 500.000 krónum og 2,1 milliónum um árið.

 

Men so kom brádliga vend í, tú nú er býráðið til reiðar at játta LGBT 50.000 krónur í stuðuli – um árið í trý ár, tvs 50.000 krónur um árið í ár, næsta ár og í 2024, ella tilsamans 150.000 krónur. Peningurin skal brúkast til at fíggja pall, ljós, ljóð og trygdartiltøk herundir samarittar og ferðslutrygdartiltøk í sambandi við skrúðgonguna hjá LGBT uppundir ólavsøku. Í hesum sambandi skal ein beinleiðis trý ára avtala gerast ímillum Tórshavnar Býráð og LGBT um at Tórshavnar Býráð skal lata stuðulin.

 

Hetta er eitt mál sum í hvussu so er meirilutin í býráðnum tekur undir við, tí Fíggjarnevndin hjá býráðnum er samd um tað. Men tað skal kortini samtykkjast í býráðnum.

 

Faroe Pride er bæði fjølmentasta, og litfagrasta skrúðgongan í Føroyum