Tórsvøllur ikki klárur til HB

UEFA Europa Conference League: HB spælir á Ovara vølli móti Budućnost Podgorica

Hósdagin skal hóskvøldið spæla í 2. umfari í UEFA Europa Conference League, eftir at HB bleiv útsligið í undankappingini til Champions League undankappingina.

 

Vøllurin á Tórsvølli er skiftur og tað bleiv arbeitt fram ímóti, at HB skuldi spæla dystin á tjóðarleikvøllinum, men nýggja graslíkið verður ikki góðkent til tíðina.

 

Upprunaliga skuldi HB spæla á útivølli fyrst, og síðani á heimavølli 29. juli. Hetta er síðani broytt og HB spælir fyrst á heimavøll. Tann dysturin verður hóskvøldið 22. juli. Tað hevur ikki eydnast, at fáa vøllin góðkendan áðrenn tað tíð.

 

Tí verður tað á Ovara vølli, at HB skal takast við Budućnost Podgorica úr Montenegro. Tað hevur nakað av eykaarbeiði við sær, tí tað krevur meiri at gera Ovara vøll kláran til Evropa dystir enn Tórsvøll.

 

Um HB kemur víðari verður mótstøðan vinnarin av dystinum millum Dinamo Tbilisi úr Georgia, ella Maccabi Haifa úr Ísrael. Dan í Soylu er ikki komin fyri seg, eftir at hann breyt eitt bein í fótinum. Hartil venur Samuel J. Chukwudi ikki fult við.

 

HB arbeiðir í løtuni við at seta fyribilsvenjaran, Kevin Schindler, sum høvðusvenjara fyri í minsta lagi restina av kappingarárinum. Hann er í holt við venjaraprógvið, men vegna koronufarsóttina hevur hann fingið pappírini upp á pláss. Tí vónar, at fáa eitt undantak.