TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Bárð á Lakjuni forsangara hjá Tollarum og Syndarum (TOS), sum hava spælt inn jólasálmin "Mítt hjarta tilhald hevur".
Sangurin hevur verið í umfari í teimum føroysku útvarpsrásunum seinastu vikurnar, og hevur sangurin fingið góða undirtøku.
Sangurin verður ætlandi tøkur á I-tunes og á YouTube. Hetta er fyrstu ferð TOS gevur ein sang út, har teir í bólkinum hava hvørki skrivað orð og lag. "Mítt hjarta tilhald hevur" er ein sálmur, sum Brorson gamli skrivaði fyrst í 18. øld. Lagið er gamalt svenskt fólkalag. Axel Tórgarð týddi sálmin meistarliga til føroyskt í 1960.
Tá samrøðan við Bárð er liðug ber til at hoyra ein minutt av sanginum á ljóðfíluni.