Tosa føroyskt í danskari í sjónvarpsrøð

Nýggj sjónvarpsrøð hjá Andriasi Høgenni verður í næstum sýnd á DR

Ane Stensgaard Juul og William Halken hava høvuðsleiklutirnar sum Nanna og Lasse

Leikstjórin Andrias Høgenni er nú til reiðar við nýggjum útspæli. Hann hevur leikstjórnað sjónvarpsrøðina Ingen vej tilbage, sum verður frumsýnd á DR tann 18. mars.

 

Røðin snýr seg Nannu og Lasse, sum fjasast og hava tað stuttligt saman. Tá ið Nanna verður við barn, broytist tað óforpliktaða forholdið til nakað meira seriøst. Ane Stensgaard Juul og William Halken hava høvuðsleiklutirnar sum Nanna og Lasse.

 

– Søgan byggir á eitt sera persónligt hugskot um, hvussu tú fert frá einum ungdómsforholdi til eitt vaksið kærleiksforhold, sigur Andrias Høgenni við Ekko.

 

Hann hevur skrivað handritið og hevur fingið hjálp frá Anton Breyum og Andreu Winding.

 

Ingen vej tilbage umfatar níggju partar, sum hvør er tjúgu minuttir til longdar. Fleiri føroyskir sjónleikarar eru við í røðini – Beinta Clothier, Armgarð Mortensen og Klæmint Klakk. Tað serliga er, at føroysku sjónleikararnir tosa føroyskt í donsku røðini.

 

– Eg eri sera fegin um, at DR Drama hevur givið mær møguleikan at hava eitt føroyskt element við. Søgan er fyrst og fremst donsk, men teir føroysku sjónleikararnir fáa eitt pláss, har teir tosa sítt móðursmál. Teir spæla føroyingar og tosa føroyskt, og tað er fyrstu ferð í einari DR-røð, sigur Andrias Høgenni við Ekko.

 

Ane Stensgaard Juul og William Halken hava høvuðsleiklutirnar sum Nanna og Lasse