Toskur mennist í Eystursjónum

Kjakið um, hvørt eystursjóvartoskurin er ein hóttur fiskastovnur, hevur verið ógvusligt, men nú vísir ICES á, at stovnurin er í menning

ICES-ráðgevingin fyri komandi ár í eystara parti av Eystursjónum og óttin fyri framtíðini hjá toskastovninum hava fylt nógv í kjakinum - serliga í Svøríki, men eisini í Danmark.

Tað eru serliga svenskir umhvørvisfelagsskapir og politikarar, sum hava luttikið í hesum kjaki, sum partvís eisini hevur verið í Danmark.

DR á Bornholm hevur havt innsløg, har heimsnáttúrustovnurin (WWF) og Danmarks Miljøundersøgelser eru endurgivin fyri at siga, at ein framgongd í stovninum kann halda uppat, um fiskiskapurin í økinum heldur fram ella økist.

Nú ICES-ráðgevingin fyri 2009 fyriliggur, dugir Danmarks Fiskeriforening onga orsøk síggja til, at toskakvoturnar í hesum parti av Eystursjónum verða minkaðar.

Felagið hjá donskum skipaeigarum og fiskimonnum heldur hinvegin, at ICES-ráðgevingin fyri komandi ár letur upp møguleikan fyri at veksa toskaveiðina í eystara parti av Eystursjónum ? og kortini at halda gýtingarstovninum á einum hóskiligum støði.

Nýggjasta ICES-ráðgevingin vísir nevniliga á, at gýtingarstovnurin er væl omanfyri fyrivarnisregluna, og tí heldur Danmarks Fiskeriforening eftir at hava hugt at tilmælinum, at grundarlag er fyri 15% størri kvotum í eystara parti av Eystursjónum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Fiskeriforening.

Í Svøríki hava fleiri kommunur og matstovur gjørt av slett ikki at keypa tosk - ei heldur at borðreiða við toski.