Toskur og hýsa fáa helst MCS-góðkenning í ár

- Hetta er eitt rák, sum vit ikki kunnu steðga, og tískil noyðast vit eins og okkara kappingarneytar, at røkja okkara fiskastovnar og havumhvørvi, sigur Durita í Grótinum.

 

 

Durita í Grótinum, sum er góðskuleiðari hjá JFK í Klaksvík, hevur saman við pørtum av føroysku fiskivinnuni verið primusmotorur í arbeiðnum at vinna fiskasløgum MSC-góðkenning. Grundarlagið fyri hesum arbeiði er, at veiðan er burðardygg og samsvarandi fiskifrøðiligari ráðgeving.

 

- Fiskasløgini undir Føroyum, sum í løtuni hava MSC-góðkenning, eru upsi, gulllaksur, longa og brosma. Vit eru nú í holt við at fáa tosk og hýsu undir Føroyum MSC-góðkend og gongst, soleiðis sum vit vilja, kunnu vit fáa hesa góðkenning seinni í ár.

 

Durita í Grótinum vísir á, at nýggja umsitingarætlanin, sum fiskidagarnir nú skulu ásetast eftir, hevur stóran týdning í hesum sambandi.

 

- Tað er bara ein veruleiki, at evropeiski marknaðurin er vorðin tilvitaður um burðardygd og umhvørvi, og tað nyttar ikki longur at sleppa sær undan teimum treytum, sum marknaðurin setir.

 

Hon vísir á, at føroysk hýsa tíðliga í fjør varð reyðlistað á bretska marknaðinum, tí hýsa undan Føroyum onga MSC-góðkenning hevur, eins og marknaðurin metti, at veiðan av hýsu undir Føroyum ikki er í samsvar við tað, sum ICES metir vera ráðiligt at fiska.

 

- Hýsa úr Barentshavinum, ið føroysku flakatrolararnir hava sum hjáveiði, er hinvegin MSC-góðkend, og tískil hevur eingin trupulleiki verið hjá reiðaríunum at selt hýsu í Bretlandi. Sama er við hýsu undan Íslandi, sigur hon.

 

Durita í Grótinum vísir á, at nú arbeitt verður við at fáa tosk og hýsu undir Føroyum MSC-góðkend, er líka sum gongd komin á aftur søluna av feskari hýsu í Bretlandi.

 

- Men, vit hava ikki alla tíðina fyri okkum. Tískil má góðkenningin eisini koma upp á pláss.

 

Hon sigur, at útgangsstøðið er, at handilsketurnar keypa ikki fisk, sum onga MCS-góðkenning hevur, men tað kann loysa upp fyri marknaðum eina løtu, um keyparar vita, at arbeitt verður við góðkenning, og at ein góðkenning er nær.

 

- Við ongari góðkenning kunnu seljarar selja onkrar nøgdir her og har, men eingin stórur keypari vil hava fisk, sum ikki hevur MSC-góðkenning, leggur hon dent á.

 

Tá ræður um brosmu og longu sum saltfisk slepst heldur ikki framat stóru handilsketunum, um eingin góðkenning er, men her hava Føroyar tingini upp á pláss, og fiskasløgini eru MSC-góðkend.

 

Durita í Grótinum vísir á, at lond, sum eitt nú Frakland, Týskland, Háland og Belgia eru rættiliga bevíst um MSC-góðkenning, og onnur lond í Evropa eru eisini væl á veg.

 

- Vit í Føroyum mugu tískil hava eitt felags mál, sum er at fiska burðardygt og fáa tey fiskasløg, vit veiða, MSC-góðkend. Hetta hevur eisini heilt avgjørt áhugan hjá øllum pørtum í vinnuni, ið sjálvsagt vilja hava sum mest fyri fiskin og sína framleiðslu, sigur hon.

 

Men, hvussu ber tað so til, at Føroyar kunnu fiska og selja bæði makrel, sild og svartkjaft, sum onga MSC-góðkennig hevur?

 

- Tað er eitt sindur øðrvísi við uppsjóvarfiski, og her missa fleiri lond góðkenningina samstundis, tá ikki ber til at semjast og fiska burðardygt í eina tíð.

 

Durita í Grótinum vísir á, at ójavnin serliga kemur til sjóndar, tá kappingarneytarnir hava MSC-góðkendan fisk, og vit ikki hava.

 

- Stríðið um uppsjóvarfiskin merkir, at londini, sum fiska hesi fiskasløg, øll eru í somu støðu, og tískil hevur eingin nakran kappingarfyrimun í løtuni.

 

Hon sigur, at soleiðis, sum okkara partur av heiminum er samanskrúvaður, hava tingini flutt seg frá bara at snúgva seg um matvørutrygd, til seinnu árini eisini at fevna um burðardyggleika.

 

- Hetta er eitt rák, sum vit ikki kunnu steðga, og tískil noyðast vit eins og onnur lond, sum vit kappast við, at røkja okkara fiskastovnar og havumhvørvi, sigur Durita í Grótinum.