Toskurin rak, hýsan hampiliga góð

Á Kósini í Klaksvík hava tey havt ríkiligt at gera, meðan verkfall hevur verið.
- Vit fingu fiskin ?serveraðan? á kjøli og sendu hann avstað aftur á kjøli, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini.

Fiskivinna

At kalla tað einasta, sum Adrian Dalsá, stjóri, hevur merkt, nú verkfall hevur verið, er, at tað tók honum styttri tíð at koma til arbeiðis, enn tá ið strandfaraskipini sigla um Leirvíksfjørð.
- Eg ferðist til arbeiðis av Skálafjørðinum, og nú verkfallið varð avblást í morgun,
tók tað mær væl longri tíð at koma til arbeiðis, segði Adrian, tá ið vit tosaðu við hann mikumorgunin.
Sjálvandi fegnast hann tó um, at verkfallið er av.
- Men eg vil siga, at vit hava lítið og einki merkt til hetta. Vit hava havt ríkiligt at gera, tí vit eru í tí hepnu støðu, at vit keypa stórar lastir. Vit fáa fiskin ?serveraðan? á kjøli og senda hann avstað aftur á kjøli. So, vit kunnu ikki klaga í so máta.
Hann viðgongur tó, at í onkrum føri hevur verkfallið órógað, men ikki nakað av týdningi.
- Eg kann hugsa mær, at teir smærru fiskakeypararnir her norðuri hava verið meinari raktir enn vit, tí teir keypa ikki somu nøgdir av fiski, sum vit, leggur hann aftrat.


Toskurin rak

Adrian veit annars at siga, at Kósin keypti fiskin hjá 3-4 línubátum mánadagin og týsdagin, og hesir høvdu um 80.000-100.000 pund í part. Slagið er hýsa og toskur.
Spurdur, hvussu fiskurin er, sigur Andrian.
- Hýsan er hampiliga góð og ikki so smá heldur. Men nú gongur móti heitari tíðum, og tá plagar hýsan at versna til dygdar. Toskurin er rak, nú hann hevur gýtt, og tað er hann altíð hesa tíðina av árinum.
Adrian Dalsá sigur, at úrtøkan av toskinum er nógv minni, enn tá ið fiskurin er góður, og hetta gongur eisini útyvir prísin.