Herfyri presenteraði Toyota í Danmark brintbilin Toyota Mirai. Latið er upp fyri søluni av bilinum, sum ikki dálkar, og tað einasta útlátið undir koyring er vatn. Bilurin bleiv sýndur fram í Keypmannahavn við Den Blå Planet. Mirai merkir framtíð á japanskum.
Danmark kann, sum tað einasta landið í heiminum, bjóða eitt landsdekkandi net við íalt sjey brint tangastøðum deildar yvir alt landið. Mirai koyrir yvir 500 km upp á ein tanga, so tað er eingin trupulleiki at koyra kring alt landið við bilinum uttan at mangla brennievni.
Hóast Toyota Mirai nú er til sølu í Danmark, verður talið av Mirai nógv avmarkað, tí stórur eftirspurningur er eftir bilinum. Danmark fær hægst 25 bilar frá nú av og til endan av 2016.