Corolla Verso er ein bilur í stødd við Renault Scénic og Citroën Picasso. Verso hevur øðrvísi design og er góðar 10 cm hægri enn hinir Corolla bilarnir
Corolla Verso skilir seg út frá hinum Corolla modellunum, við tað at hann hevur heilt øðrvísi design og er góðar 10 cm hægri. Í innrætting og stødd er hann nakað sum Renault Scénic og Citroën Picasso. Viðførisrúmið er 417 litrar. Viðvíkjandi útgerð og motorum er alt eins, uttan tað at Verso fæst ikki við 1.4 litur motorinum.
Innbygdar barnastólar
Baksetrið kann flytast fram eftir fyri at økja um plássið í viðførisrúminum. Sum nakað nýtt hevur Verso tveir innbygdar barnastólar til børn millum 15 og 30 kg. Gearstongin situr á niðara parti á instrumentborðinum og er sera løtt at handfara. Verso er ein rúmligur bilur, ið er væl egnaður til familjur við børnum.