Toyota er mest seldi bilur í september

Av teimum 240 nýggju bilunum, sum vórðu seldir í septembermánaði í ár, vóru teir flestu frá Reyniservice

Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av nýggjum akførum fyrstu níggju mánaðirnar í ár.

 

Næstur Toyota frá Reyniservice, sum seldi 22 nýggjar Toyotabilar eru Kia frá Bilrøkt, sum vóru 19 í tali og síðani Volkswagen frá Bilasøluni, sum vóru 18.

 

10 tey mest seldu bilmerkini í septembermánaðiØ

 

TOYOTA 22

 

KIA 19

 

VOLKSWAGEN 18

 

BRENDERUP 17 (Viðfestisvognar)

 

FORD 16

 

MAZDA 16

 

HYUNDAI 14

 

SUZUKI 12

 

MERCEDES-BENZ 10

 

AUDI 8