Bárður Olsen
Eftir bumbuálopini 11. sept. í USA hava røddir verið frammi um, at trúarfrælsi ikki skal vera her hjá okkum. Føroyskir trúboðarar hava verið sendir til ytstu mørk jarðarinnar, men hjá okkum eru trúboðarar, ið umboða eina aðra trúgv ikki altíð vælkomnir. Hetta er sera dupultmoralskt og grovt brot á »Heimsyvirlýsing um mannarættindi« hjá ST.
Har stendur fyljandi:
2. grein
Øll hava krav um rættindi og frælsi, sum eru nevnd í hesi yvirlýsing, uttan mun til ættarslag (rasu), húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring, tjóðskaparligan ella samfelagsligan uppruna, ognarviðurskifti, føðing ella aðra støðu.
18. grein
Øll hava rætt til hugsanar-, samvitsku- og trúarfrælsi. Hesin rættur fatar eisini um frælsi at skifta átrúnað ella trúgv, og frælsi til annaðhvørt einsamallur ella í felag við onnur og alment ella einskilt at inna trúgv sína í frálæru, tilbiðing, gudstænastu og halgihaldi.
19. grein
Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki.
ST-sáttmálin skal fylgast til punkt og prikkar. Verður hann brotin, eigur tað at verða meldað til ST-dómstólin. Hesi, ið vilja avmarka trúarfrælsi, hugsa um islam. Tey gera allar muslimar til beist og sjálvmorðsidiotar. Men søguliga sæð, hava kristin gjørt nógv størri skaða enn muslimar. Muslimar hava, sum heild eisini verið meira siviliseraðir. Tað er eingin ivi um hetta. Og fleiri dømi eru. Maurarnir úr Norðurafrika tóku Spania. Teir útruddaðu ikki kristindómin ella nakað tílíkt, nei, har var trúarfrælsi. Eisini trúarfrælsi fyri jødar. Í Spania hava jødar verið nógv forfylgdir fyrr í tíðini, bara fyri sína trúgv. Krossriddarin »fríaðu« Jerusalem, men tað var longu frítt. Jødar og muslimar búðu saman, í sátt og semju. Í hovinum hjá hetjuni Saladdin vóru jødar sera væl dámdir og hátt virdir.
Tey, sum vilja avmarka trúarfrælsi, siga seg vera trúgvandi. Tey síggja islam sum eina hóttan móti teirra trúgv. Tey siga, at málið hjá islam er at leggja allan heimin undir seg. Tey hugsa ikki um, at tað eisini er endamálið hjá kristindóminum. Um tað ikki er málið, hví so senda trúboðarar út í heim? Hetta argumentið móti islam heldur als ikki. Tey meina møguliga, at hjá okkum skal trúarfrælsi verða avmarkað, men samstundis halda tey, at tað ikki skal vera avmarkað t.d í Kina og Afganistan. Hesi argument mótsiga grundleggjandi kristindóminum. Tí tað størsta boðið í kristindóminum er jú: »Ger móti øðrum, ið tú vilt at tey skulu gera móti tær« og »Elska næsta tín sum sjálvan teg«. Tað stendur ikki í klombrum : »Hata næstan ella avmarka hansara frælsi, um hann er muslimur«. Hesi boð eru galdandi fyri øll menniskju. So er spurningurin, hvat er hetta fyri kristindómur, ið ikki heldur hesi stóru boð, sum m.a liggja til grund fyri »Heimsyvirlýsing um mannarættindi« ST ? Tað sær út til, at hjá hesum fólkum, er tað »heilaga landið«, ikki longur Ísrael, men USA. Tey praktisera ofta »bókstavatrúgv«. Hetta fyribrigdið hevur einki við upprunakristindóm at gera. Bókstavatrúgvin upprann í USA fyri ikki nógvum árum síðani. Hjá Paulusi er eingin ivi, tá hann sigur: »Bókstavurin drepur, men andin ger livandi«. Tá henda nýtulking av kristindóminum verður praktiserað, er spurningurin, um hetta veruliga er kristindómur? Ella rein og skar fundamentalisma? Muslimar meina eisini, at hvør bókstavur í Koranini hevur týdning. So møguliga er tað eitt løgið paradoks, at tann kristna bókstavstrúgvin, beinleiðis ella óbeinleiðis, er sprottin úr islam?
Eitt annað motiv fyri at avmarka trúarfrælsi, kann væl hugsast at vera hugsanir, at muslimar ikki skulu hava lov at búsetast í landinum? Hetta er ein konservativ hugsan um at alt var betri fyrr. Henda hugsan er ógrundað, tí á sama hátt, sum vit eru børn av okkara tíð, vóru tey farnu børn av síni samtíð. Um tey liva nú, so høvdu tey verið sum vit og vice versa. Umstøðurnar skapa fólk og ikki umvent.
Nógv hataðu muslimar áðrenn 11. sept. Yvirgangsatsóknirnar eru møguliga ein »kærkomin« orsøk til at vísa haturin í ljósum loga?
Í einum samfelag, ið kallar seg demokratiskt, skal trúarfrælsi, talifrælsi og skrivifrælsi vera galdandi. Hetta kann sigast at vera definisjón fyri eitt siðmentað samfelag. Brot á hesi viðurskifti eru sera álvarsom, tí tá nærkast vit tilstandum, ið vóru galdandi í Nazitýsklandi og í dagsins Afganistan.
Trúarfrælsi skal sjálvandi vera galdandi til eitt ávíst mark. Tað skal ikki vera loyvt at ofra smábørn til Baal ella skræða hjørtu úr fólkum, á sama hátt, ið inkarnir og mayarnir gjørdu fyrr í tíðini. Alt við máta. Trúarfrælsi skal vera óavmarkað, so leingi tað ikki skaðar næstan. Yvirgangsmenninir 11. sept. umboða ikki allar muslimar, men ein lítlan part. Tað er altíð lætt at generalisera, men verður tað generaliserað ov nógv, verður sannleikin útvatnaður. T.d góvu fólk frá øllum átrúnaðarligur bólkum blóð til tey løstaðu 11. sept., eisini muslimar. Sjálvt Yasser Arafat gav blóð. Ein bólkur av palestinesarum fagnaðust. Hetta merkir ikki, at tey eru óndari ella kaldblóðigari enn vit onnur. Spurningurin er heldur, hví fagnaðust tey? Sjálvt um ein kann halda, at fagnaðurin er ósømiligur, er tað rætt at spyrja hví? Palestinensararnir hava tað ikki lætt. Dagliga eru tey í kríggi við Ísrael. Báðir partar hava dripið hópin av sivilum. Dagliga síggja palestinesararnir deyða og oyðilegging rundan um seg. Til eitt ávíst mark ber tað til at skilja tey. Heimurin leggur einki í Shabra og Shatila. Mær vitandi vórðu eingi føroysk fløgg vundin á hálva stong og eingin almennur syrgidagur. Hetta luktar av dupultmorali.
Altjóða yvirgangur skal forkomast, men USA er als ikki tað rætta landið at standa á odda. Tey útruddaðu næstan hvønn einasta ein indiánara. Uttanlands hevur USA eisini gjørt stóran skaða. Nevnast kann Vietnamkríggið og tá tann fólkavaldi Salvador Alliende í Kili var frákoyrdur og myrdur. ST eigur sjálvandi at standa á odda. Konfliktir eiga ikki at verða loystar við vápnum, men við samráðingum. At bumba alt Afganistan sundur og saman, ella skapa eitt »Lake Afganistan«, loysir ongar trupulleikar, men skapar nýggjar og kann hava, ræðuligar avleiðingar fyri allan heim. Størsti partur av heimsins fólkum vilja hava frið og ikki kríggj og kaos. Fleiri av Taliban- limunum eru vandir av CIA, har teir eisini fingu vápn. Møguliga eisini Osama bin Laden. USA vildu hava Sovjet burtur úr Afganistan, næstan fyri ein og hvønn prís. So sanniliga sigast kann, at USA hevur skapt eitt »Frankinsteinmonstur«, ið hevur sín egna vilja. USA vil spæla altjóða politi og berjast fyri »Pax Americana« t.v.s, fyri einum heimi, har USA hevur alla maktina. Ikki fyri at verja demokratiið ella mannarættindini, ið morðið á Alliende prógvar, men av reinari maktgirnd. USA er als ikki eitt so gott og frælslynt land, ið so nógv vilja gera tað til.
Trúarfrælsi kann bara avmarkast politiskt, men tað fer altjóða samfelagið als ikki at góðtaka, tí síðsta grein í ST-sáttmálanum er henda:
30. grein
Einki í hesi yvirlýsing eigur at verða tulkað tann veg, at nøkrum ríki, bólki ella einsaklingi verður loyvt at gera nakað, ið miðar ímóti at beina fyri nøkrum av teimun mannarættindum, sum her eru tald.
Hvat fer at henda fyri Føroyar, um trúarfrælsi verður sett úr gildi, er ivasamt. Men væntast kann, at vit verða útihýst frá altjóða samfelagnum og avbyrgd. Hetta fer at hava sera stóran týdning fyri hvønn einasta ein føroying, tí tað er brot á okkara persónligu rættindi. Tey mugu verjast við øllum loyvdur »vápnum«, t.d við at tosa ella skriva fyri hesum hevdvunnu rættindum. Hesi rættindi mugu ikki takast sum ein sjálvfylgja, tí so kunnu vit ógvuliga lætt missa tey.
Eingin átrúnaður ella politisk ideologi er fullkomin, ein tílík er ikki til. Felags fyri allar hesar er, at tær bæði hava gjørt skaða og gagn. Hetta kemur av, at einki menniskja er bara gott ella bara ónt, oftast liggja vit mitt ímillum. Onkur kann billa sær inn, at kristindómur ella islam eru lýtaleyst og fullkomin, men tá verður tað størsta av øllum ofrað, nevniliga sannleikin. Eina stutta tíð kann hetta ganga, men til endans vil sannleikin altíð sigra.
Vónandi verður ógrundaði haturin og óttin fyri muslimum lagdur til síðis, tí hvørgin av hesum er realistiskur. Ein fíggindi uttanfyri er altíð lættari at síggja enn ein innari. Fíggindin eru heldur tey, ið politiskt vilja avmarka okkara frælsi. Samfelagið er langt frá fullkomið, tí tað ber altíð til at gera tað betri og rættvísari. Eitt stig á hesi óendarligu longu leið er og verður, ongantíð at avmarka trúarfrælsi. Verður trúarfrælsi avmarkað, fáa vit sanniliga ræðuligan yvirgang at síggja. Eingin ivi um tað.