Trý av fýra eru klár til steypafinalurnar

KÍF og StÍF eru í finaluni hjá monnum, meðan Neistin er komin í finaluna hjá kvinnum. Mótstøðan verður Stjørnan ella VB.

KÍF í finaluni

Ikki óvæntað eru kollfirðingar komnir í steypafinaluna, men aftur hesa ferð taptu teir fyri H71 í høllini í Hoyvík. Heimaliðið vann 22-20, men gestirnir vinna samanlagt 49-37.
Dysturin var merktur av nógvum villum og rótutum spælið. Serliga kollfirðingar tóktust langt við síðuna av sær sjálvum. Teir hava í alt ár spælt góðan hondbólt, men annan dystin á rað hevur tað ikki gingið so væl í hond.
Støðan í hálvleikinum var bara 8-8, og tað avspeglar eisini avrikini hjá verjunum og málverjunum, sum vóru góð. Í seinna hálvleiki gekk javnt á, men tað eydnaðist H71 at knúgva kollfirðinginum seinastu minuttirnar og vinna við tveimum.
Kollfirðingar kunnu nú gleðast um at verða komnir í steypafinaluna, meðan hoyvíkingar fegnast um at hava reist seg eftir stórtapið í fyrru hálvfinaluni við tveimum sigrum á KÍF.

Coca Cola Cup Steypakapping menn – Seinnu hálvfinalur:
H71(15) – (29)KÍF: 22-20 (8-8)
KÍF vinnur samanlagt 49-37
H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 6, Ári J. Olsen 3, Hallur Biskopstø 2, Rógvi Sørensen 1, Bogi G. Davidsen 1, Hans Kári Hansen 1, Tróndur Arge 1
KÍF: Nicklas Selvig 7, Tony Weyhe 3, Ási Dam 3, Poul Finnur Egholm 2, Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1, Rógvi Weyhe 1

Neistin í steypafinaluni

Neistin hevði ikki stórvegis trupulleikar við at vinna seg í steypafinaluna, tá tær vunnu seinnu hálvfinaluna móti Kyndli. Úrslitið gjørdist 25-20.
Neistin var favorittur undan dystinum og tær lotu ongan iva verða um útfallið. Kyndil megnaði ongantíð at trýsta Neistan eins og tær gjørdu fyrru hálvfinaluni, tá tær millum annað vóru á odda við tveimum málum í hálvleikinum.
Dysturin var rótutur við nógv feilavleveringum og fleiri brendum málmøguleikum. Serliga stóð Maria Samuelsen væl í málinum hjá Neistanum. Tað endaði við at Neistin vann 25-20. Samanlagt vinna tær 52-41.

Coca Cola Cup Steypakapping kvinnur – Seinnu hálvfinalur:
Neistin(27) – (21)Kyndil: 25-20
Neistin vinnur samanlagt 52-41
Neistin: Nicoleta R. Hansen 6, Marjun F. Danberg 6, Barbara Brauer 5, Bára Hansen 5, Unnur Danielsen 1, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1
Kyndil: Guðrið G. Eystberg 4, Turið Arge 4, Randi S. Wardum 4, Anja Heinadóttir 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Simona Iacob 2, Jórun Ludvig 1

StÍF leiðslan helt á mál

Lagt var upp til tann stóra spenningin í Vestmanna. Aftaná fyrra hálvleik var VÍF á odda 10-8 ímóti StÍF í tí seinnu hálvfinaluni, og samlaða støðan var javnleikur 32-32.
Í seinna hálvleiki hevði Levi Nybo í StÍF-málinum fleiri rimmar bjargingar, og tað tók broddin av vestmenningum, og endin var, at StÌF vann 23-21, og samlað 47-43.
Eitt skiftið í fyrra hálvleiki varð VÍF á odda 6-0. Tá valdi venjarin hjá StÍF, Alexandur Johansen at taka "Time-out" fyri at venda gongdini, og eftir tað kom StÍF inn aftur í dystin, og í seinna hálvleiki vóru teir tað betra liðið.

Coca Cola Cup Steypakapping menn – Seinnu hálvfinalur:
VÍF(22) – (24)StÍF: 21-23 (10-8)
VÍF: Filip Jojic 8, Martin Ritto 4, Agnar Joensen 2, Rasmus Junker 2, Holgar Durhuus 2, Andrias Eriksen 1, Regin Joensen 1, Sjúrður Nielsen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 6, Allan Norðberg 5, Borgar Danielsen 5, Marius Joensen 4, Jógvan G. Joensen 3

Stjørnan hevur munin

Stjørnan hevur munin undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Tær vunnu fyrra dystin 25-20, eftir at tað stóð at jøvnum eftir 54 minuttir.
Tað var einki, ið skilti liðini hesar 54 minuttirnar. Munurin var ongantíð meiri enn eitt mál ella tvey, og tað var lítið, sum bendi á, at munurin skuldi blíva meiri enn tað tá avtornaði.
- Vit blaka tað burtur í dag, segði ein vónbrotin Gurið Mortensen eftir dystin.
Tað var serliga eitt illa umhugsa time out hjá Damir Oros, venjaranum hjá VB, og ein útvísing tveir minuttir fyri tíð, sum kostaðu seinastu minuttirnar.
Stjørnan er steypalið burtur av, og tað sama kann sigast um StÍF hjá monnum. Steypa tekkið helt helt heim hjá StÍF, so spurningurin er um tað sama er galdandi fyri Stjørnuna, sum fer til vágs leygardagin.

Coca Cola Cup Steypakapping kvinnur – Seinnu hálvfinalur:
VB(20) – (25)Stjørnan: Leygardagin (15.00)