Trý bjóða seg fram til tveir nevndarsessir

20. juni hevur Føroya Lærarafelag aðalfund.

Upprunaliga varð aðalfundurin ásettur at verða 2. mai, men orsakað av korunufarsóttini er fundurin útsettur til 20. juni. Á skránni er eitt nú nevndarval, og tveir nevndarlimir skulu veljast. Tey, sum standa fyri vali, eru Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag og próvfyrisitari á Próvstovuni, og Tórhallur við Gil, nevndarlimur og lærari í Runavíkar kommunuskúla. Tey stilla bæði uppaftur. Umframt Andreu og Tórhall stillar Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp til nevndarvalið.

Hetta skrivar Skúlablaðið.

Í verandi nevnd eru Jacob Eli S. Olsen formaður, Andrea á Rípuni næstforkvinna, Jona Højsted kassameistari, Carl Eli Nolsøe Samuelsen skrivari, og Tórhallur við Gil nevndarlimur, skrivar skulabladid.fo.

.