Í løtuni fiska fimm ísfiskalínuskip tosk, svartkalva og blálongu á Íslandsrygginum.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey seg í dag vænta, at eini trý av hesum skipum koma inn at landa í næstu viku, og hini bæði skipini koma helst í aðru viku.
- So eru tvey ísfiskalínuskip, sum fiska longu og brosmu. Annað kemur helst inn at landa í næstu viku, og hitt kemur í aðru viku.
Lagt verður aftrat, at trý frystilínuskip eru farin í grønlendskan sjógv at fiska.
Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og veðurútlitini eru góð. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri, tó mest við snellu.