Eitt ferðsluóhapp var á vegamótinum Eystari Ringvegur og Hvítanesvegur í gjár. Tað er har, ljós nýliga eru sett upp at stýra ferðsluni.
Tá ið ein bilur skuldi sneiða um svingið, misti førarin tamarhaldið á bilinum, og rendi á ein bil, sum stendur og bíðar eftir tørni. Hesin bulurin verður so aftur skumpaður í ein annan bil, so tilsamans fingu tríggir bilar skaða, men tíbetur var eingin fólkaskaði.
Tað er óvist, hví bilførarin misti tamarhaldið á bilinum. Løgreglan sigur, at vegurin var vátur og dekkini kunnu hava mist takið í vegnum, tað, ið ofta verður kallað aqua planing.