Tríggir bussar um tíman

Um einar 2-3 vikur fer Tórshavnar kommuna at økja um koyringina við Bussleiðini. Bussarnir fara tá at koyra tríggjar ferðir um tíman í arbeiðstíð.

Havn: Ætlanin var upprunaliga, at koyringin skuldi økjast enn meiri. Miðað varð nevniliga eftir at víðka um tilboðið til eisini at umfata kvøld- og vikuskiftistúrarnir.

Men hesum fekst ikki undirtøka fyri.

- Vit økja tí fyrst koyringina í dagtímunum. So fáa vit at síggja, hvussu víðari verður, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er øll skipanin til hoyringar í umsitingini, og tá viðmerkingarnar eru liðugt umrøddar, kann skipanin setast í verk.

Skipanin hevur verið sera væl móttikin av fólki, síðani hon varð sett í gildi fyri einum ári síðani. Mangar túrar hava bussarnir verið fullsettir.


Fleiri bussar

Upprunaliga var ætlanin at nýggja og økta skipanin skuldi setast í verk frá komandi mánadegi, men hesum málinum rakk ein ikki.

Ístaðin verður miðað eftir at fáa skipanina setta í verk í næstum, helst seinast í hesum mánaðinum.

Til tess at økja koyringina krevjast fleiri bussar. Hesir komu til landið fyri jól, og verða klárir at koyra, tá skipanin er til reiðar.

Nýggja ferðaætlanin verður soleiðis, at bussarnir fara at koyra tríggjar ferðir um tíman í arbeiðstíð, men skipanin í fyrsta umfari verður óbroytt um kvøldini og vikuskiftini.

Sum skilst verða leiðirnar stórt sæð tær somu.

Hagtølini vísa, at fólk ferðast dúgliga við bussunum. Í 2006 metti ein at 700.000 fólk brúktu Bussleiðina, og talið í 2007 er munandi hægri.