Tríggjar nýggjar bøkur til tey smáu og tey ungu

Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag hevur givið tríggjar nýggjar bøkur út Til tey 0-2 ára gomlu børnini koma bøkurnar hjá Ann Forslind: Diddan er ill og Diddan dansar. Hetta er smáar myndabøkur um kenslur hjá børnum.

Bøkurnar lýsa sera væl gerandisdagin hjá einum barni: Higartil eru komnar fýra bøkur av hesum slagnum. Tær báðar fyrru eru: Diddan er kedd og Diddan stríðist, sum komu út í februar.

Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum, bøkurnar eru 20 bls. og innbundnar. Tær kosta 60 krónur hvør.

Til tey ungu kemur spennandi bók eftir íslendska rithøvundan Ragnheið Gestsdóttur.

Tað er bókin Svørðberin um gentuna Signý, sum liggur í óviti á sjúkrahúsi eftir eina ferðsluvanlukku. Frásøgan er í tveimum løgum: onnur er tann realistiska, um hvussu familja og vinmaður hennara sita uppi yvir henni á sjúkrahúsinum, og lesarin fær innlit í, hvat familjan hevur at stríðast við, hin søgan gongur fyri seg innan í Signý; í óviti eitur hon Leda og skal stríðist fyri at bjarga álvum undan harðræði.

Bókin hevur fingið sera góð ummæli og í 2005, tá ið bókin var komin út í Íslandi, fekk Ragnheiður Gestsdóttir norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri Svørðberan.

Laurina Niclasen hevur týtt Svørðberan, sum er 222 bls., heft við klaffum og kostar 150 krónur.