Ótrúligur turkiskur sigur

Kekkia tóktist annars hava fult tamarhald á øllum, tá ein tími var farin av dystinum.

Eftir hálvan tíma skoraði Jan Koller til 1-0, og á tímanum økti Jaroslav Plasil til 2-0.

Soleiðis var leiðin til fjórðingsfinalurnar klár, men seinastu løtuna tók ein ávísur harri fatur í turkarnar.

Nógv skjútst varð tveitt fram í seinastu desperatu royndini, og eitt korter fyri leiklok bragdaði fyrstu ferð, tá Arda Turan skoraði.

Og seinastu løtuna hendi so undrið. Nihat Kahvechi bjargaði fyrst tí, sum líktist umdysti, tá 87 minuttir vóru spældir, og bara tveir minuttir seinni skoraði sami maður til 3-2.

At turkiski málverjin fekk reytt í yvirtíðini gjørdi minni, tí í Tuncay áttu turkarnir ein fínan avloysara, sum altso helt búrið reint seinastu minuttirnar.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Sveis 2-0 á Portugal við tveimum málum frá Yakin, men tað hevur ongan týdning hjá Portugal, sum saman við Turkalandi fer at spæla fjórðingsfinalu.